Í einum sera hvassorðaðum skrivi, sum er sent til allar 403 tinglimirnar í Labourflokkinum, verður ávarað um, at komandi nýggja leiðslan í flokkinum má raðfesta olju og gass, sum verður framleidd í Bretlandi fram um innflutning. Hetta samstundis sum størri dentur eigur at verða lagdur á at stuðla bretskari framleiðsluvinnu og ídnaði sum heild.
The Guardian ger eins og aðrir miðlar nógv burtur úr skrivinum til Labourtinglimirnar
Hóast ónøgdin við rikna orkupolitikkin hevur verið stór leingi, so er seinasta tiltakið tað mest umfatandi og verður mett av flestu fjølmiðlum at kunna ávirka komandi leiðaran til at broyta orkupolitikkin. Skrivið til Labour tinglimirnar er undirskrivað av vinnuleiðarum, fakfelagsumboðum og vinnufeløgum úr fleiri geirum í samfelagnum – frá evnafrøðiligari vinnu og verkfrøði til tilfar til byggivinnuna, offshore-orkuvinnuna og sjóvinnuna.
Skrivið, sum varð sent til øll Labour-tingfólkini og harvið eisini komandi formannin og forsætisráðharran, staðfestir, at bretski búskapurin stendur við eitt vegamót. Avgerðirnar, sum verða tiknar nú, fara at hava avgerandi týdning fyri búskaparligu gongdina í Bretlandi komandi áratíggju.
Skrivið varð í gjár handað einum bólki av Labour-tingfólkum á Parliament Square í Westminster í London. Og hevur tað longu fingið hægstu raðfesting í flest øllum bretskum miðlum. Talan er um part av vaksandi talinum av tingfólkum, sum halda, at stuðul til framleiðslu í Norðsjónum ikki bert snýr seg um heimliga orkuframleiðslu, men eisini um at tryggja bretska framleiðsluvinnu, vinnuligan førleika og ta faklærdu arbeiðsmegina, sum hevur borið landið fram í fleiri ættarlið. Og síðani snýr tað seg eisini um at verja orkutrygdina hjá Bretlandi.
![]()
Minkandi framleiðslan av gassi í Bretlandi er við til at økja um innflutningin.
Umboð fyri bretsku orkuvinnuna hava nú í longri tíð roynt at koma á tal við bretsku stjórnina, sum hevur sett í verk bann móti nýggjari oljuleiting og oljuvirksemi í Norðsjónum. Tey hava fyri stóran part tosað fyri deyvum oyrum, og nú nýggj leiðsla fer at taka við í stjórnarflokkinum komandi mánadag gera vinnufeløg, fakfeløg o.o. eina seinastu roynd at gera vart við støðuna.
Handanin av skrivinum til Labour tinglimirnar fór fram í London í gjár eftir kunnandi fund, har bæði stóra fakfelagið GMB og Chemical Industries Association høvdu kunnað um týdningin av eini tryggari, álítandi og kappingarførari veiting av heimligari framleiddari olju og gassi, sum er ein fortreyt fyri at minka um innflutningin, verja bretsk arbeiðspláss og skapa vinnuligan vøkstur.
Samstundis sum hesi tiltøk fóru fram í London, vórðu risastórir bannarar hongdir upp á meira enn tólv offshore-pallum og vinnuøkjum á landi við boðskapinum: -Stuðlið olju og gassi úr Norðsjónum. Ikki innflutningi.
Bretland tørv á olju og gassi leingi aftrat
Skrivið til Labour tinglimirnar vísir á, at Bretland eisini komandi áratíggjuni fer at hava tørv á olju og gassi. Tí er avgerandi og politiski spurningurin, um olja og gass úr Norðsjónum skulu framleiðast í Bretlandi ella í vaksandi mun flytast inn úr útlondum.
Máttmikli stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, OEUK, David Whitehouse.
Undirskrivararnir ávara um, at innflutt orka kann gera landið meira viðbrekið fyri geopolitiskum avbjóðingum og samstundis seta arbeiðspláss, lokalsamfeløg og veitingartænastur kring alt Bretland í vanda.
Eitt av feløgunum, sum stendur aftanfyri tiltakið er Offshore Energies UK, sum umboðar 400 ymsar fyritøkur innan olju- og gass eins og varandi orku. Stjórin í felagnum, David Whitehouse hevur verið ein av oddamonnunum í royndunum at fáa stjórnina at broyta orkupolitikkin. Hann hevði hetta at siga í sambandi við tiltakið í London í gjár:
– Starvsfelagar okkara í øðrum vinnugreinum taka nú undir við hesum grundleggjandi boðskapi. Orkutrygd og búskaparligt haldføri eru treytað av, at vit varðveita heimliga orkuframleiðslu og samstundis økja íløgurnar í varandi orkukeldur og lágkolevnistøkni.
Pláss fyri bæði varandi orku og olju og gassi
– Vit taka fult undir við málinum hjá stjórnini um at byggja eina trygga orkuskipan við lægri kolevnisútláti. Men orkuskiftið eigur at byggja á eina heildarloysn, har allar orkukeldur verða tiknar við, og har vit byggja víðari á okkara verandi vinnuligu styrki heldur enn at minka um vinnuliga førleikan hjá landinum. David Whitehouse, stjóri í OEUK (Offshore Energies UK, har eisini føroyska FOÍB er limur, er vorðin ein fyrimynd hjá alsamt fleiri og fleiri bretum við sínum áhaldandi og ótroyttiliga arbeiði og verður endurgivin í flest øllum miðlum og ikki minst í BBC, sum gevur málinum nógv pláss.
Jackdaw gass keldan í Norðsjónum kann fara undir framleiðslu longu í oktober og kann fáa stóran týdning fyri bretsku veitingartrygdina, har gass hevur stóra raðfesting.
Enn ein týðandi vinnulívsstjóri, ið hevur skrivað undir skrivið til stjórnina, er Steve Elliott, stjóri í Chemical Industries Association. Hann sigur:
– Sum ein av grundleggjandi vinnunum, ið hevur avgerandi týdning fyri arbeiðspláss og búskapin sum heild, má bretska evnafrøðiliga vinnan draga íløgur til sín. Ein fortreyt fyri hesum er, at vit hava atgongd til kappingarføra og trygga orku, bæði til at reka okkara verksmiðjur og framleiða tær týdningarmiklastu vørurnar, sum eru grundarlagið undir okkara krittiska undirstøðukervi, vakstrarvinnunum og grønu orkuframtíðini.
– Er nýggja stjórnin tekur hetta í álvara eins og góðan búskaparligan vøkstur kring alt landið, má hon gera alt, sum til ber, fyri at tryggja kappingarføra og álítandi orkuveiting. At stuðla olju og gassi úr Norðsjónum samstundis sum varandi orka verður útbygd, snýr seg ikki um at seinka menningini á grøna orkuøkinum. Tvørturímóti snýr tað seg um at styrkja kappingarførið hjá vinnuni, verja arbeiðspláss og gerast minni bundin at innflutningi í einum heimi, sum gerst alsamt meira óstøðugur.
– Fráboðanin í morgun er ein týdningarmikil partur av loysnini. Nú er stundin komin at fara til verka.
Fakfeløg leggja trýst á stjórnina
Enn ein týðandi undirskrivari av skrivinum til Labour er Gary Smith aðalskrivari í GMB. Hann sigur:
– Í einum heimi, sum gerst alsamt meira óvissur, er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit kunnu tryggja ta orkuna, vit hava tørv á til heim okkara, fyritøkur og lívsneyðugar almennar tænastur.
– Vit fara framvegis at hava tørv á olju og gassi í nógv ár framyvir. At gerast alsamt meira treytað av innfluttari orku til tær orkukeldurnar, sum halda búskapinum koyrandi og samfelagnum í gongd, ger okkum óneyðuga viðbrekin.
– GMB, sum er eitt av størstu fakfeløgunum í Bretlandi, væntar, at stjórnin vísir, at hon skilir álvaran í hesi so avgerandi løtuni. Arbeiðspláss, lokalsamfeløg og tjóðartrygd okkara standa upp á spæl.
Bretskir miðlar endurgeva síðani eisini tann týdningarmikla stjóran í Fuels Industry UK, Elizabeth de Jong. Hon sigur:
– Bretland hevur framvegis tørv á brennievni. Tí er skilagott at skapa so nógv virði sum gjørligt her heima við at stuðla bæði reinsiverkum og framleiðsluni í Norðsjónum. Heimlig framleiðsla tryggjar faklærd arbeiðspláss, styrkir orkutrygdina og leggur grundarlagið undir vinnuligu framtíð okkara.
Ed Miliband, sum bannaði nýggjari oljuleiting, og sum nú helst fer í annað ráðharrastarv í stjórnini hjá Burnham.
Miðlarnir gita Miliband verður taparin
Bretskir miðlar, teirra millum Financial Times, Guardian, Telegraph, Times og BBC hava sína metingar av støðuni. Fokus er serstakliga á orkuráðharran Ed Miliband, sum er tann í Labour-stjórnini, ið heldur fast um bannið móti oljuleiting og útbyggingum.
Tá tað gjørdist greitt, at Andy Burnham fór at gerast forsætisráðharri vóru tað fleiri, sum gittu, at hann fór at seta Miliband í tann týðandi sessin sum fíggjarráðharri og harvið geva honum uppaftur størri vald. Nú tykist hetta at verða broytt. Nú vænta tey flestu, at mótstøðan í vinnuni og í fakfeløgunum eins og á marknaðunum móti Miliband er so stór, at hann kanska verður settur til at umsita uttanríkispolitikkin, tvs. at tað fer at koma onkur í hansara stað sum orkuráðharri og eisini sum nýggjur fíggjarráðharri, ið báðir vilja broyta orkupolitikkin.
Tað ljóðar annars, at Miliband er sinnaður til at geva loyvi til Jackdaw gasskelduna fyri at kunna fáa týdningarmikla fíggjarráðharrasessin.
Umhvørvisbólkar royna at sannføra komandi forsætisráðharran um, at hann skal varðveita bannið móti nýggjum oljuvirksemi í Norðsjónum.
Andy Burnham hevur onga lætta uppgávu, nú hann skal velja sína ráðharrar, nú hann skal velja millum teir vinstrahallu í Labourflokkinum sum t.d. Miliband og so tey mongu, sum liggja á miðjuni ella úti til høgru í flokkinum. Tekur hann bannið móti olju og gassi avaftur, tá fer hann at fáa mótstøðu frá teimum grønu. Hinvegin ger hann tað ikki, fer hann at fáa alla vinnuna og fakfeløgini ímóti sær. Gitt verður at hann fer at lurta eftir vinnulívinum og fakfeløgunum. So er spurningurin í hvussu stóran mun.
Onnur av keldunum, sum stórur rumbul er um í Bretlandi, er Rosebank, ið liggur tætt við føroyska markið. Hóast bann er sett móti nýggjum loyvum, so fevna hesi ikki um Rosebank og Jackdaw, tí tær høvdu longu loyvi undan banninum. Kortini skulu tær hava endaligt loyvi til at fara undir framleiðslu eisini eftir dómsúrskurð um umhvørvistreytir.
Týdning fyri Føroyar eisini
Keldur: Financial Times, The Guardian, The Telegraph, Times, BBC og Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald