2026-07-17 12:42
Nú tað er mestsum givið, at nýggja stjørnuskotið á bretska Labourhimmalinum, Andy Burnham verður forsætisráðharri í Bretlandi, snúgva mestu viðmerkingar og gitingar seg um, hvørji fólkini verða í nýggju stjórnini, og tey fara at siga nakað um, hvørja politiska kós Burnham fer at velja.
Møguliga valið av Shabana Mahmood sum fíggjarmálaráðharri kann fáa stóran týdning fyri bretsku olju- og gassvinnuna og harvið eisini føroysku orkuframtíðina, nú hon saman við møguligum nýggjum orkuráðharra fer at raðfesta inntøkurnar frá oljuvirkseminum í Norðsjónum hægri.
Serstakliga er tað spurningurin um, hvør fer at fáa tann máttmikla sessin sum “Chancellor” tvs, fíggjarmálaráðharri, ið verður mettur at verða høgra hond hjá forsætisráðharranum. Flestu miðlar hava eitt og sama boð, nevniliga verandi innanríkisráðharrin, Shabana Mahmood, sum hevur pakistanskar røtur. Hon er ikki ókend í politikki heldur, tí eitt skifti var hon løgreglumálaráðharri.
Leingi hevur annars verið gitt, at nógv umstríddi orkuráðharrin Ed Miliband fór at fáa týdningarmikla Chancellor sessin vegna tætta sambandið millum hann og Burnham. Nú verður Miliband settur í samband við uttanríkisráðharrasessin.
Oljuarbeiðarar heita á komandi stjórnina at raðfesta kolvetni í Norðsjónum
Vinna og fakfeløg ávara stjórnina
Okkurt bendir á, at Miliband við sínum sera avgjørda grøna orkupolitikki hevur sett kílar í Labour flokkin, og nú um dagarnar fingu allir teir 403 tinglimirnir hjá Labour skriv frá ein tvørvinnuligum bólki í øllum Bretlandi við vinnulívinum og fakfeløgum sum undirskrivarar. Har verður heitt á komandi forsætisráðharran um at stuðla framtíðar oljuvirksemi í Norðsjónum heldur enn innflutningi av olju og gassi, sum í dag fevna um 75% av samlaðu orkunýtsluni í Bretlandi.
Um somu tíð sum umhvørvisfeløg heita á komandi stjórnina at standa við politikkin hjá Ed Miliband um bann móti oljuleiting, so ávarar ein stórur partur av Labourstuðlum komandi forsætisráðharranum um avleiðingarnar fyri arbeiðspláss og bygdir og býir í Bretlandi, sleppur Miliband at halda fram sum orkuráðharri.
Eygleiðarar eru samdir um, at Burnham, sum sigur seg fara at taka hædd fyri livilíkindunum hjá øllum bretum og serstakliga í norðara partinum av Bretlandi og Skotlandi, fer at rætta vinnuni og lokalsamfeløgunum eina hond og taka av bannið móti oljuleiting ella í hvussu er loyva útbyggingum sum Rosebank við føroyska markið og Jackdaw í Norðsjónum at fara undir framleiðslu. Hesar keldurnar høvdu fingið framleiðsluloyvi longu, áðrenn bannið kom í gildi, og tí er tað meira ein spurningur um tíð, til tær fáa endaligu góðkenningar av nýggjum umhvørviskrøvum.
Tá og um Rosebank fer at fáa endaligt framleiðsluloyvi í hesum árinum kann tað fáa stórar avleiðingar fyri framtíðar virksemi í øllum hesum økinum nær við Føroyar.
Ì miðlunum í morgun heitir stjórin í Adura, sum er fyristøðufelag fyri hesar báðar orkukeldunar á komandi stjórnina og forsætisráðharran at vísa ábyrgd og ikki halda fram við at steðga virkseminum í Norðsjónum.
Mánadagin fáa vit so at vita, hvør fer at umsita tann nógv umstrídda orku- og klimaráðharrasessin, Ed Miliband ella onkur annar, sum vil fara meira hóvliga fram í orku- og veðurlagspolitikkinum.
Barbara Biskopstø Thorsteinsson, jarðfrøðingur á Jarðfeingi kunnar um føroyska oljuleiting á altjóða orkumessu í Aberdeen fyrr í ár.
Tær marknaðarføra oljuleiting við Føroyar á bási í Aberdeen, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingar
Týdning fyri Føroyar
Ein góðkenning av Rosebank oljukelduni tætt við Føroyar kann so aftur hava við sær, at aðrar stórar olju- og gasskeldur við føroyska markið eisini verða góðkendar komandi árini, ein teirra Cambo, sum liggur einans 5 kilometrar frá føroyska markinum.
Og gongur sum vinnan í Bretlandi vónar, so kann henda gongdin fáa alstóran týdning fyri eina føroyska oljuframtíð sum heild, nú nýtt virksemi eystan fyri markið kann gerast ein katalysator fyri bæði leiting og veitingarvirksemi í føroyskum øki.
Tað hendir um somu tíð sum landsstýrið heldur dyrnar opnar fyri leiting á landgrunninum. Herfyri vóru umboð fyri Jarðfeingi á stórari messu og ráðstevnu í Aberdeen, har tey enn einaferð gjørdu vart við føroyska ynskið um nýggja oljuleiting og løgdu fram nýggj granskingarúrslit, sum vísa á møguleikarnar fyri at finna olju og gass í føroysku undirgrundini.
Keldur: Financial Times, Energy Voice, BBC og OEUK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald