Uttanlands

ES fer at skunda undir elektrifiseringina

Orkunýtslan í Evropa skal hereftir verða meira tengd at øktari elektrifisering 

2026-07-17 17:59 Author image
Jan Müller
placeholder
Leiðslan í ES hevur í dag kunngjørt, at 46% av elnýtsluni skal vera elektrifiserað í 2040. Tað er ein tvídaldan av verandi støðu. Hetta veit DR at siga frá.

Eitt uppskot frá ES nevndini miðjar móti at tvífalda elektrifiseringina av orkunýtsluni úr 23% í dag til 46% í 2040. Nevndarformaðurin í ES, Ursula von der Leyen, sigur, at hetta er eitt týðandi stig á leiðini at gera ES minni heft at fossilari orku.

-Besti hátturin at røkka hesum máli er at styrkja búskapin við streymi frá reinum lokalum orkukeldum. Vit skjóta í dag upp at gera Evropa til heimsins fyrsta elektrifiraða stórlandaøkið.

Ætlanin er at halda grønu kósini á rættari leið og harvið hjálpa ídnaðinum og stuðla royndunum at minka um CO2 útlátið. Í tíðindaskrivi sigur nevndin, at við at gera seg bundið at fossilum brennievnum, er Evropa eisini við at seg meira sárbart av geopolitiskum “sjokkum”, sum hon málber seg. 

Í eini kanning av grøna orkuskiftinum vísa tøl, at tað eru lond sum Norra, Malta og Ísland, sum ganga á odda, tá tað ræður um at elektrifisera orkunýtsluna. Her er ES eftirbátur, og tað er nakað, sum ES ætlar sær at gera nakað við.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder