Uttanlands

USA og Saudi-Arabia avtalu um kjarnorku

Henda skal hjálpa Miðeysturlandinum at útvega sær kjarnorku til sivil endamál

2026-07-23 17:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Tíðindini um at USA og Saudi-Arabia skulu hava undirskrivað eina avtalu um eitt kjarnorkusamstarv hava alt fyri eitt fingið ístraelsku stjórnina at tala at, tí slík avtala kann gerast ein hóttan móti Ísrael. Fær enn eitt arabiskt land atgongd til kjarnorku kann tað hava við sær, at tað fer at brúka vitanina og útgerðina til at framleiða kjarnorkuvápn vilja keldur í ìsrael vera við. 

Tíðindini um avtaluna byggja á úttalilsi frá amerikanska orkumálaráðnum skrivar DR. Her ljóðar tað, at amerikanski orkuráðharrin Chris Wright og saudiarabiski prinsurin Abdulaziz bin Salman hava undirskrivað eina avtalu um kjarnorkusamarbeiði og haraftrat eina sínamillum trygdaravtalu.

Avtalan snýr seg um milliardir av dollarum yvir 30 ár og skal eisini vera við til at tryggja ikki spjaðing av kjarnorkuvápnum. Hon er so eisini liður í royndunum at menna handilssamstarvið millum londini. Amerikanski ráðharrin ger greitt, avtalan fer at liva upp til hægsta støði innan kjarnorkutrygd og ikki spjaðing av kjarnorkuvápnum, um somu tíð sum hon fer at byggja á heimsins bestu kjarnorkutøkni, sum er ment í USA. 

Roknað verður við, at avtalan fer at geva arbeiði til nógvar stórar amerikanskar fyritøkur og fer at vera við til enn eina peningaliga innspræning í amerikanska búskapin.

Keldur: DR, NRK, Wall Street Journal, Bloomberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder