Uttanlands

Bretski almenningurin skal siga sína hugsan um orkuútbyggingar

Stovnurin, sum hevur eftirlit við umhvørvi og niðurtøku av oljupallum, OPRED, spyr nú bretska almenningin, hvat hann heldur um útbygging av gasskeldu í Norðsjónum og oljukeldu eystan fyri Føroyar.

Tær báðar orkukeldurnar, Rosebank við Føroyar og Jackdaw í Norðsjónum, sum fylla nógv í orkukjakinum í Bretlandi.

Tær báðar orkukeldurnar, Rosebank við Føroyar og Jackdaw í Norðsjónum, sum fylla nógv í orkukjakinum í Bretlandi.

2026-07-24 12:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er fyrst og fremst um aðra av nógv umrøddu útbyggingunum av olju- og gasskeldum á bretska landgrunninum, Jackdaw, sum kann fara undir framleiðslu longu í heyst og harvið vera við til at tryggja stóra gasstørvin í Bretlandi. Henda keldan hevur saman við oljukelduni Rosebank við Føroyar verið eitt av mest umrøddu orkumálunum í bretsku miðlunum nú í longri tíð. Báðar bíða tær eftir endaligari góðkenning til at kunna fara undir framleiðslu. Nú verður eisini spurt um oljukelduna Rosebank eystan fyri Føroyar.

Tað er "Offshore Petroleum Regulator for Environment and Decommissioning" (OPRED) sum sambært galdandi lógarkrøvum spyr almenningin, hvat hann heldur um útbyggingarnar. Fyri Jackdaw skal svarast innan 10. august. Og fyri Rosebank skulu myndugleikarnir hava svar innan 17. august. Eftir tað skal stjórnin og tað vil siga nýggi orkumálaráðharrin so loksins taka avgerð, um hon kann loyva framleiðslu.

(Kundi kanska verið eitt hugskot, at føroyskir myndugleikar og vinna sendu svar, nú Rosebank liggur so nær við Føroyar, og nú tað er hugsandi, at samstarv fer at spyrjast burturúr í framtíðini. Hvør av øðrum liva má, red.)

[object Object]

Eitt av veitingarskipunum, sum í eina tíð hevur arbeitt á Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar, har tað saman við øðrum serútgjørdum veitingarskipum ger klárt til framleiðsluna á kelduni, sum eftir ætlan skal byrja seinni í ár. 


Keldurnar eru ikki fevndar av banninum móti nýggjari leiting og boring, sum fráfarni orkuráðharrin Ed Miliband setti í verk í fjør. Hetta tí loyvi longu eru latin til útbyggingar fyri fleiri árum síðani.

Orsøkin til at tær kortini tørva eitt framleiðsluloyvi er eitt rættamál, har kravt var, at feløgini lótu nýggjar umhvørvisumsóknir til myndugleikarnar, sum eisini skuldu fevna um nýtslu av olju og gassi hjá brúkaranum, eisini nevnt Scope3.

Herfyri segði stjórin í Adura, sum umsitur tær báðar orkukeldurnar, Neil McCulloch við BBC, at verður Jackdaw gasskeldan ikki góðkend skjótt kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri bretsku gassbrúkararnar í vetur, tí landið hevur stóran tørv á gassi serstakliga til húsarhaldini. Sum støðan er í løtuni verður stórur partur av gassinum innflutt úr Noregi, USA og Qatar. Adura er ein samanlegging av øllum ognunum hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum.

Meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK hevur í longri tíð ávarað bretsku stjórnina um veitingartrygdina, um vinnan ikki sleppur at virka í Norðsjónum og framleiða olju og gass heldur enn at skula innflyta hesi. Í dag innflytir Bretland 75% av síni orkunýtslu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder