Lendislóg og greiðari karmar fyri bygging, náttúru og orku
Arbeitt verður við at orða uppskot til eina nýggja lendislóg, sum skal savna og dagføra grundleggjandi reglur um lendisnýtslu, byggisamtyktir, náttúruvernd, orkuútbyggingar og loyvisgongdir.
Málið er at gera skipanina greiðari og smidligari, samstundis sum fyrilit verður havt fyri at náttúru, umhvørvi og burðardyggari samfelagsmenning. Við uppskotinum verður skilnaður gjørdur millum landslendisskipan og kommunala lendisskipan. Lendisskipanaramboð, sum í dag eru í aðrari lóggávu, t.d. í byggilógini, náttúrufriðingarlógini og løgtingslóg um landsvegir, verða flutt til nýggju lendisumsitingarlógina.
Dagføring av orku- og veðurlagspolitikkinum
Í ískoytispartinum verður víðari sagt, at orku- og veðurlagspolitikkurin verður dagførdur, so at kósin fyri grøna orkuskiftið verður greiðari og ítøkiligari. Arbeiðið skal seta mál fyri framleiðslu, nýtslu, prísir, veitingartrygd og útlátsminking. Víðandi stendur:
Vindorka, sólorka og sjálvbjargni
Ferð skal aftur setast á útbyggingina av vindorku, sólorku og aðrari varandi orku. Arbeitt verður við fleiri vindmátingum, títtari almennum útboðum og smærri orkuframleiðslum, so elframleiðslan kann fylgja økta eftirspurninginum.
Orkunet, SEV og fleiri framleiðarar
Arbeitt verður við at binda útbyggingarætlanina fyri elframleiðslu betur saman við netútbyggingum.
Samstundis verður kannað, hvussu fleiri aktørar kunnu sleppa inn á marknaðin.
Prísskipanir og gjøgnumskygni
Arbeitt verður við fleksiblum og skiftandi prísskipanum, sum eggja til skynsama orkunýtslu og flyta nýtslu til tíðir, tá ið nógv grøn orka er tøk. Endamálið er bæði at minka spill og gera grøna orku meira lokkandi hjá brúkarum.
Húski við lágum inntøkum
Arbeitt verður við at tryggja, at húski við lágum inntøkum eisini kunnu vera við í orkuskiftinum.
Møgulig átøk kunnu fevna um stuðul ella afturbering, sum lættir um íløguna í grønar orkuloysnir.
Alternativar orkukeldur
Í 2027 verður kannað, hvørjar fortreytir eru fyri alternativum orkukeldum, eitt nú kjarnorku.
Arbeiðið skal lýsa kostnað, trygd, tørv, tøkniligar fortreytir og royndir úr øðrum londum.
Burturkast og endurnýtsla
Nýggj skipan fyri burturkast og endurnýtslu verður sett í verk. Kunngerðin skal geva greiðarikarmar fyri innsavning, flokking og handfaring av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu og stuðla undir meira ringbúskap.
Loyvisgongdir eftir umhvørvisárinsmetingar
Arbeitt verður við at gera loyvisgongdirnar greiðari og skjótari, tá ið umhvørvisárinsmetingar eru gjørdar og góðkendar. Endamálið er at minka óneyðugt bureaukrati, uttan at slakað verður við náttúru- og umhvørvisfyriliti.
Lendisskipan fyri orku á landi og sjógvi
Ein lendisskipan fyri orkuøkið á landi og sjógvi verður fyrireikað sum partur av arbeiðinum við lendislóg og útbyggingarætlan. Hetta skal gera tað greiðari, hvar og hvussu orkuútbyggingar kunnu fara fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald