Innanlands

Aftur dýrari at fylla tangan

Meirvirðisgjald skal nú aftur rindast av bensini og diesel. Hetta hevur annars verið undantikið mvg seinastu tríggjar mánaðirnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-01 00:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tríggjar mánaðirnar hevur bensin og diesel verið frítikið mvg, men frá á midnátt skulu aftur 25 prosent rindast av brennievni til bilar.

Tað hevði við sær, at prísurin á bensini og diesel fór upp við umleið trimum krónum fyri liturin hjá bæði Magn og Effo.

Hjá Magn kostaði ein litur av bensini 11,55 krónur fyri midnátt og nú kostar hann 14,44 krónur. Diesel fór úr 11,73 krónum upp á 14,41 krónur.

Í Effo-støðunum kring landið kostaði ein litur av bensini 11,35 krónur fyri midnátt, og sama bensin kostar nú 14,19 krónur. Diesel frá Effo kostar nú 14,16 krónur. Prísurin áðrenn midnátt var 25 prosent minni, 11,53 krónur.

MVG-frítøkan var eitt fyribilsátak fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir vóru hækkaðir munandi, og var galdandi frá 16. mai til og við 31. juli. Nú metir landsstýrið so ikki, at tað longur er neyðugt at lætta um hjá fólki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder