Eitt amerikanskt oljufelag við tilknýti til amerikanska forsetan Donald Trump fyrireikar seg til at bora eftir olju í einum fjarskotnum øki í Grønlandi, hóast felagið ikki hevur fingið loyvi frá grønlendskum myndugleikum. Hetta skrivar The Guardian.
Hetta hendir samstundis, sum Trump forseti aftur hevur hótt við at taka ræðið í Grønlandi. Seinastu dagarnar er borútgerð flutt í land á eysturstrond Grønlands.
Tað hevur fingið grønlendska landsstýrið at senda eina „greiða og avgjørda ávaring“, har tað verður gjørt greitt, at einki loyvi er givið til at fáa útgerðina í land.
„Øll framtíðar logistisk viðurskifti skulu fráboðast og góðkennast av myndugleikanum fyri ráevni, áðrenn tey verða framd,“ sigur landsstýrið í einum tíðindaskrivi.
Bert tveir dagar seinni legði Trump eitt nýtt hóttandi uppslag út á sosiala miðlin Truth Social, har hann er avmyndaður yvir einum grønlendskum bygdarlagi.
Kann vera olja fyri eina mia. dollarar
Leiðslan í Greenland Energy, einum oljufelag úr Texas, sum varð stovnað í fjør, heldur, at Jameson Land kann goyma olju fyri upp ímóti einari milliard amerikanskum dollarum.
Felagið hevur boðað frá, at tað ætlar at brúka 60 milliónir dollarar til at bora tveir brunnar fyri at kanna, um olja veruliga er at finna í undirgrundini.
Grønland steðgaði annars við at lata nýggj oljuloyvi í 2021, millum annað av umhvørvisligum ávum. Eitt bretskt felag, 80 Mile, hevði tó longu fingið leitingarrættindi í Jameson Land.
Sambært skrásetingunum hjá Greenland Energy skal amerikanska felagið fáa meirilutan í verkætlanini afturfyri at fíggja leitingina. Men felagið hevur framvegis tørv á góðkenning frá grønlendsku stjórnini, áðrenn tað kann fara undir boringina.
Dr Phil og Trump-ríkisverji við í verkætlanini
Greenland Energy hevur eisini fingið Phil McGraw, betur kendur sum Dr Phil, at gera eina heimildarrøð um verkætlanina skrivar The Guardian. McGraw er ein kendur høgravendur fyrrverandi sjónvarpsvertur og hevur áður sitið í einari nevnd hjá Trump um trúarfrælsi.
Felagið hevur harumframt sett ein fyrrverandi amerikanskan flotaveteran í nevndina. Hann arbeiðir við Golden Dome, einari amerikanskari ætlan um loftverju móti rakettum. Trump hevur sagt, at amerikanskt ræði á Grønlandi er „lívsneyðugt“ í hesum sambandi.
Nevndarformaðurin og stóri partaeigarin í Greenland Energy, Larry Swets, hevur eisini sambond inn í Trump-umhvørvið. Hann hevur tó sagt, at oljuverkætlanin „hevur einki samband við eina amerikanska hjálandatøku“.
Útgerð flutt til lands uttan loyvi
Málið tók eina nýggja vend í juni, tá eitt umboð fyri Greenland Energy á einum fundi í Jameson Land segði, at felagið hevði fingið loyvi at fáa borútgerð í land. Seinni ásannaði Swets, at upplýsingarnar høvdu verið ógreiðar.
„Okkara stóri áhugi fyri verkætlanini fekk okkum at samskifta á ein hátt, sum skapti ógreiðu,“ segði hann.
Í juli sóu fólk í tí fámenta økinum ein sleipibát draga ein prám móti landi. Umborð vóru umleið tólv bingjur, sum vórðu lossaðar.
Endamálið var at fáa borútgerðina í land í Nunap Qeqqa í Jameson Land í sambandi við ætlaða oljuleiting, upplýsti grønlendska stjórnin.
Danski rannsóknarmiðilin Danwatch hevur eisini fingið váttað frá stjóranum í flutningsfelagnum, at sendingin var til Greenland Energy.
Umsóknin um loyvi er framvegis til viðgerðar
Greenland Energy hevur ikki viljað svara spurningum frá Guardian.
Í einum brævi til partaeigararnar hósdagin segði felagið tó, at nýggjar samrøður á høgum stigi við grønlendskar eftirlits- og myndugleikastovnar høvdu verið jaligar.
Felagið segði seg vera „eggjað“ av framgongdini í arbeiðinum at fáa tær seinastu góðkenningarnar, sum krevjast fyri at bora.
Eftir nýggjastu samrøðurnar er ætlanin nú at bora ein brunn í fyrsta umfari.
Sum sjálvstýrandi partur av danska ríkinum hevur Grønland sjálvt ræði á sínum náttúrutilfeingi. Tað eru tí teir grønlendsku, lokalt valdu myndugleikarnir, sum skulu taka avgerðina.
Teir standa nú, sambært Guardian í eini torførari støðu.
Ein møguleiki er at geva loyvi til oljuboringina, hóast nógv bendir á, at ætlaðu brunnarnir liggja í einum náttúruverndarøki, sum er vart undir Ramsar-sáttmálanum um vátlendi.
Hin møguleikin er at nokta verkætlanini. Men summi stúra fyri, at ein slík avgerð kann geva Trump eitt høvi til at halda fram við ætlanum sínum um amerikanskt ræði á Grønlandi.
Grønlendska stjórnin hevur sagt, at tað „ikki hevði verið rímuligt“ at kravt, at borútgerðin varð tikin burtur aftur. Umsóknin um loyvi er framvegis til viðgerðar.
Boringin kann byrja í oktober
Ein talsmaður fyri Greenland Energy hevur sagt, at eitt skip við teimum 300 flutningsbingjunum av borútgerð hjá felagnum skal sigla úr Kanada 12. september.
Ætlanin er at byrja boringina í oktober.
Jeff Landry, høgravendi guvernørurin í Louisiana og útnevndi sendimaður Trumps í Grønlandi, hevur sagt, at Grønland kann fara at pumpa olju longu næsta ár skrivar The Guardian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald