Tað er ikki óvanligt, at metingarnar hækka gjøgnum árið, tí fleiri nýggjar verkætlanir koma undan kavi gjøgnum árið.
Ein høvuðsorsøkin til hækkingina kemst fyrst og fremst av hægri útreiðslum til framleiðsluboring, serstakliga á leiðum, sum longu eru í rakstri. Íløgurnar í olju- og gassvirksemi í ár verða mettar til 275 mia. norskar kr.
SSB vísir, sambart E24, á, at tað er oljuskattapakkin hjá norska Stórtinginum frá 2020, sum er høvuðsorsøin til stóra vøksturin í olju- og gassíløgunum seinastu árini.
Pakkin eggjaði feløgunum á norska landgrunninum til at leggja fram útbyggingarætlanir áðrenn endan av 2022, og tað hevði við sær, at fleiri stórar verkætlanir byrjaðu um somu tíð.
Fleiri av teimum stóru útbyggingunum, sum oljuskattapakkin eggjaði til, skulu eftir ætlan verða lidnar næsta ár. Hetta dregur íløgurnar niður aftur í 2027, skrivar SSB.
Stovnurin ávarar eisini um, at íløgustøðið í seinnu helvt av hesum árinum kann verða ávirkað av geopolitisku gongdini í Miðeystri.
Kelda: E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald