Uttanlands

Amerikanskt oljufelag má bíða við at bora í Grønlandi

Fyrst má tað fáa neyðugu loyvini frá myndugleikunum .

2026-08-16 14:00 Author image
Jan Müller
Tað var fyri stuttum, at fólk sóu eitt stórt farmaskip út fyri Jameson Land í Grønlandi, har stórir kassar við boriútgerð vórðu fluttur til lands. Tað var felagið Greenland Energy Company, eitt felag úr Texas og við tøttum tilknýti til Donald Trump forseta, sum stóð fyri verkætlanini. Felagið sigur seg hava fingið loyvi at leita eftir olju saman við felagnum 80 Mile PLC. 

Grønlendska landsstýrið tók annars avgerð um at banna nýggja oljuleiting í Grønlandi fyri nøkrum árum síðani. Men feløgini siga, at tey fingu loyvi undan banninum. Nú tey hava flutt útgerð til lands uttan at tryggja sær, at øll neyðugu loyvi eitt nú umhvørvisloyvini o.a. eru komin uppá pláss, koma boð frá myndugleikunum, at øll neyðug loyvi mugu vera latin, áðrenn feløgini kunnu fara undir at bora. Hetta hava tey nú tikið til eftirtektar og hava útsett møguliga boring til í 2027. 

[object Object]

Greenland Energy Company hevur nú boðað frá, at felagið fer ikki at bora eftir olju í Eysturgrønlandi í vetur. Tað hendir tvær vikur eftir, at grønlendska Ráðið fyri Ráevni átalaði felagið fyri at hava sett útgerð á land uttan loyvi.

Nú er ætlanin at fáa loyvini upp á pláss til vetrarboring í 2027. Tað upplýsa fleiri útlendskir miðlar m.a. World Oil og Guardian.

Amerikanska felagið, sum er skrásett á Nasdaq, sigur, at grønlendska landsstýrið hevur boðað samstarvsfelaga sínum, 80 Mile plc. frá, at verkætlanin krevur eina meira umfatandi meting. 80 Mile stendur fyri  loyvunum og váttaði sama dag seinkingina fyri London Stock Exchange.

-At reka virksemi í Arktis krevur tol, smidleika og eina  langsiktaða ætlan,“ segði Robert Price, stjóri í Greenland Energy Company.

Útgerðin kom fram 29. og 30. juli, tá ein sleipibátur sleipaði ein flaka við eini gravimaskinu og meira enn 12 bingjum inn í Nerlerit Inaat, umleið 40 kilometrar frá Ittoqqortoormiit. Danski miðilin Danwatch, sum hevur staðið fyri nógv av umrøðuni av verkætlanini, fann fram til, at Permagreen Grønland varð sett at standa fyri flutninginum hjá Greenland Energy.

Eftirfylgjandi segði Ráðið, at loyvishavarin ikki hevði fingið góðkenning til at seta útgerðina á land, og at allur framtíðar flutningur skuldi góðkennast frammanundan. Tó kravdi Ráðið ikki, at bingjurnar skuldu flytast burtur.

80 Mile sigur hinvegin, at útgerðin kom frá ilmenit-verkætlanini hjá felagnum á Dundas í útnyrðingsgrønlandi, og at hon varð goymd sambært einum leigusáttmála við almenna felagið Greenland Airports A/S, og at felagið ikki hevði varnast, at eitt serstakt loyvi frá myndugleikanum, sum umsitur námsvirksemi, var neyðugt. Naalakkersuisut sigur, at útgerðin varð sett á land á Nunap Qeqqa í sambandi við ætlaða oljuleiting og boring. Hvussu tað enn er, so komu loyvini ikki.

Ein kunningarsíða, sum Naalakkersuisut legði út í síðstu viku, setur verkætlanina á fyrsta av 11 stigum í leitingarfasuni. Verkætlanarlýsingin verður send út til hoyringar í 35 dagar. Síðani verða umhvørvisligar og samfelagsligar árinsmetingar gjørdar, og tær verða sendar til hoyringar í átta vikur afturat. Eftir tað verður samráðst um eina avtalu um ávirkan og ágóða. 8. november er tað fyrsta nakað kann verða góðkent.

Grønland steðgaði við at útskriva oljuleyvi í 2021. White Flame Energy A/S, eitt dótturfelag hjá 80 Mile, hevur trý loyvi, sum eru eldri enn bannið — tey seinastu oljuleyvini í landinum. Greenland Energy kom á Nasdaq í mars gjøgnum eina SPAC-samanlegging, savnaði 70 milliónir dollarar inn í apríl og kann fáa ein meiriluta í verkætlanini afturfyri at fíggja boringina. Leiðslan hjá felagnum hevur mett, at so nógv sum 1 mia.  dollarar í ráolju kunnu liggja undir Jameson Land. Jarðfrøðiliga  kanningarstovan í Danmark og Grønlandi metir, at har eru umleið 2,35 milliardir tunnur av olju. 

[object Object]

The Guardian greiddi frá fyrr í hesum mánaðinum, at Greenland Energy hevur sett ein fyrrverandi amerikanskan flotaliðsmann í nevndina, sum arbeiðir við Golden Dome, loftverjuverkætlanini móti rakettum, ið Trump hevur víst á, tá hann hevur ført fram, at USA eigur at hava tamarhald á Grønlandi. Tveir dagar eftir ávaringina frá Ráðnum legði Trump eina mynd út á Truth Social, har hann stóð yvir einum grønlendskum bygdarlagi.

Enn er spurningurin um skipið ikki loystur. Greenland Energy hevur sagt, at 300 bingjur og ein boripallur skulu sigla úr Kanada 12. september.

Keldur: Danwatch, World Oil, Guardian

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald