Felagið hevur gjørt avtalu um at keypa ein ognarpart í gassorkuverkinum Lackawanna Energy Center í Pennsylvania. Orkuverkið hevur eina framleiðsluorku uppá 1.483 MW.
Equinor rindar 940 milliónir dollarar, svarandi til 8,8 milliardir norskar krónur, fyri 87,71 prosent av A-partabrøvunum í Lackawanna. Felagið tekur tó fyrivarni um, at keypsprísurin kann verða lækkaður, tá ið handilin verður endaliga framdur.
– Keypið gevur Equinor enn betri atgongd til størsta orkumarknaðin í USA, sum liggur nær við verandi gassvirksemi í Appalachia. Harumframt gevur íløgan ein gjaldstreym uppá stutt sikt og væntaða virðisskapan upp á longri sikt, sigur Helge Haugane, konsernstjóri fyri orku hjá Equinor, í einum tíðindaskrivi.
Lackawanna Energy Center letur orku til 70 mió. brúkarar í 13 statum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald