2026-08-19 16:14
Í stríðnum um Rosebank oljukelduna við føroyska markið verður nú eisini varpað ljós á føroysku royndirnar at fáa gongd á aftur oljuleiting við Føroyar. Tað er ein hin størsti netmiðilin í Skotlandi, sum viðger orkuspurningar, Energy Voice, ið ruddar forsíðuna og setir føroyska oljuleiting ovast á breddan og vísir á, hvat løgmaður eins og umboð fyri føroyska vinnu siga um Rosebank útbygging við markið og tann týdning útbyggingar eystan fyri Føroyar kunnu hava fyri Føroyar eisini.
Sí eisini greinina:
Løgmaður Bárður Johannesen verður endurgivin fyri at bjóða útlendskum oljufeløgum til Føroya at leita eftir olju og gassi, um somu tíð sum bretska stjórnin er í ferð við at taka lívið av bretsku oljuvinnuni. Hann vísir á at allar fortreytir eru í løtuni fyri at fara at seta borin í aftur føroysku undirgrundina. Føroyar ynskja at vera partur av oljuframtíðini á Atlantsmótinum. økinum millum Føroyar og Hetland og fáa eina oljuvinnu, sum kann gerast eitt nýtt bein í búskapinum.
Energy Voice endurgevur so eisini stjóran í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller fyri at ávara bretsku stjórnina um vanlukkuligu avleiðingarnar fyri bæði bretska orkuvinnu eins og fyri eina føroyska oljuframtíð, um hon ikki loyvir oljufeløgunum Equinor og Shell, sum hava stovnað nýtt felag, Adura, at halda fram við útbyggingini av stóru oljukelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum.
Energy Voice er ein tann mest týðandi orkumiðilin í Bretlandi og hevur her Tinganes í nýggjastu greinini, har løgmaður verður endurgivin.
Vanlukka fyri bæði Bretland og Føroyar
FOÍB stjórin vísir á, at hetta verður ein vanlukka fyri bæði Bretland og Føroyar, tí verður Rosebank steðgað heilt, fer tað at taka grundarlagið undir framtíðar olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum. Tað fer at gera, at aðrar stórar keldur sum Cambo, Tornado, Suilven og Clair heldur ikki verða útbygdar komandi árini. Harvið fer tann mest týdningarmikli orkulandsluturin í bretskum sjógvi, Atlantsmótið (Atlantic Margin) at fáa mønustingin. Ein landslutur, sum tá eisini kann koma at fevna um føroyskt øki, og sum annars í dag er størsti framleiðarin av olju og gassi og verður mettur at koma at standa fyri meira enn 30% av framleiðsluni av olju og gassi í bretskum sjógvi komandi nógvu árini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at bretskir miðlar umrøða Føroyar í oljuhøpi. Herfyri hevði hetlendski miðilin Shetland News stóra grein um ynskini hjá Føroum at fara undir aftur leiting og endurgav landsstýrismannin í vinnumálum, Jacob Vestergaard fyri at mæla bretsku myndugleikunum til at góðkenna Rosebank kelduna. Miðilin endurgav landsstýrismannin fyri at leggja upp til framtíðar samstarv millum Bretland og Føroyar á orkuøkinum, og at Rosebank keldan hevði í tí sambandi stóran týdning.
FOÍB og Tvøroyri við í almennari hoyring
Tvøroyrar kommuna lat mánadagin inn hoyringsskriv um Rosebank oljukelduna. Borgarstjórin Kristin Mikkelsen eins og formaðurin í havnanevndini Bjarni Hammer vísa á, at komandi oljuvirksemi eystan fyri Føroyar fer at kunna gera brúk av tænastum eitt nú á Tvøroyri, sum er næsta havnin til oljuleiðirnar á Atlantsmótinum.
Mánadagin lat annars almenn hoyring um Rosebank aftur. So nú er tað upp til forsætisráðharran og orkuráðharran at gera av, um stjórnin skal góðkenna Rosebank útbyggingina. Eisini føroyskar fyritøkur hava luttikið í hoyringini, eitt nú FOÍB og Tvøroyrar kommuna og havn. Hesi hava viðmælt góðkenning av kelduni, sum liggur einans 10 kilometrar frá føroyska markinum.
Bretskir miðlar vita at siga, at stjórnin hevur gjørt av at bíða við avgerðini um Rosebank til einaferð í heyst, helst í september. Forsætisráðharrin Andy Burnham, sum áður hevur verið rættiliga avgjørdur í orkumálum og hevur viljað bannað nýggjum virksemi, hevur seinastu dagarnar úttalað, at Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og hevur hann mælt til eina pragmatiska gongd í málinum um bæði Rosebank og Jackdaw gasskelduna í Norðsjónum.
Fyllur nógv í almenna rúminum
Í seinastuni hava eisini trygvir stuðlar hjá Burnham broytt hugsan í málinum og mæla forsætisráðharranum til at broyta kós og góðkenna hesar fyri Bretland so týðandi orkuútbyggingar, ið skulu vera við til at minka um innflutningin av orku, sum í dag stendur fyri 75% av orkunýtsluni í Bretlandi. Hinumegin finna vit so eisini umhvørvisfeløg og -fólk og politikarar, sum vilja hava stjórnina at koldøma umrøddu útbyggingar, tí tær eru við til at økja um CO2 útlátið og broyta veðurlagið.
Seinasta nýggja í hesum fyri nógvar bretar stóra álvarsmáli er útsøgn frá stóra oljufelagnum Ithaca, sum eigur oljukelduna Cambo, ið liggur bert 5 kilometrar frá føroyska markinum. Felagið vónar, at Rosebank fær neyðugu loyvini, soleiðis at onnur feløg, eitt nú Ithaca í sama øki skjótast kunnu fara undir eina útbyggingartilgongd.
Ithaca Energy verður næsta felagið, sum fer at útbyggja olju- og gassleiðina, Cambo við føroyska markið, um bretska stjórnin fer at geva loyvi til grannakelduna Rosebank. Soleiðis ætlar felagið, at framleiðsluskipið fer at síggja út, tá tað fer at kasta akkerð eystan fyri markið um 1-3 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald