Innanlands

Sjóvarfalsorkuverk í Vestmannasundi kann halda fram til 2030

Tíðin til royndarverkætlan av sjóvarfalsorku er longd til februar 2030.

2026-08-22 14:00 Author image
Jan Müller

 Tað kunnar Umhvørvisstovan um á síni heimasíðu. Gjørt verður kunnugt at Umhvørvisstovan hin 21. august 2026, við heimild í løgtingslóg um el og fjarhita og Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, hevur góðkent: At leingja tíðina fyri royndarverkætlanir hjá SEV fyri sjóvarfallsorkuverk í Vestmannasundi til 28. februar 2030.

Umhvørvisstovan góðkendi tann 31. mars 2020 umhvørvisárinsmeting fyri royndarverkætlan at seta tvey sveimandi sjóvarfalsorkuverk (drekar) á 100 kW út í Vestmannasundi. Harumframt góðkendi Umhvørvisstovan tann 12. september 2023 umhvørvisárinsmeting fyri royndarverkætlan við einum størri sjóvarfalsorkuverki (dreka) á 1,2 MW á øðrum stað í Vestmannasundi. Í báðum góðkenningum vórðu settar ávísar treytir til verkætlanirnar, og vóru góðkenningarnar tíðaravmarkaðar.

Góðkenningarskrivið fyri longdu tíðarfreistina sæst her.

Góðkenningarskrivið fyri árinsmetingina frá mars 2020 sæst her.

Góðkenningarskrivið fyri árinsmetingina frá september 2023 sæst her.

Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum og Føroya kærustovn. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella [email protected].

Kærufreistin er fýra vikur frá tí, at avgerðin er almannakunngjørd.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Um ein  hevur spurningar ella viðmerkingar ber til  at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda ein teldupost [email protected] 


Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald