Millum mongu gestirnar á altjóða oljuráðstevnuni og messuni ONS í Stavanger í morgun var eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard.
Hann fór til norska oljuhøvuðsstaðin við ynskinum um at fáa Norra at stuðla uppundir føroyska oljuleiting so ella so, nú londini áður hava samarbeitt á økinum, og nú Evropa tørvar orku. Og boðini hjá norska orkuráðharranum vóru greið. Norra sær fegið, at Føroyar fara at leita eftir olju og gassi aftur, og harvið vera við til at tryggja orkutrygdina í Evropa.
- Eg greiddi honum frá, at vit í Føroyum vóru fegin um, at Norra helt fram við at leita og framleiða olju og gass. Og segði eisini, at vónandi kunnu vit í Føroyum eisini í framtíðini fara undir at útvinna olju og gass. Tí vilja vit bjóða feløgum at koma til Føroya at leita og framleiða.
- Vit vita, at olja er her, spurningurin er bara at finna hana. Eg segði honum eisini, at roynt varð at bora fyri árum síðani, men alt ov fáir brunnar vórðu boraðir, og tí varð økið kannað alt ov lítið.
- Hann fekk eisini at vita, at Jarðfeingi hevur kannað og granskað nógv meira í undirgrundini, síðani feløgini góvust at leita. Vit halda okkum tí kenna undirgrundina nógv betri, og at sannlíkindini fyri, at tann, sum fer at royndarbora treffur við olju nú, eru størri nú, enn tey hava verið.
Jacob Vestergaard sigur víðari, at teir báðir eisini komu inn á spurningin viðvíkjandi Rosebank kelduni við føroyska markið, og at útvinning av olju har fer alt annað líka at hava positiva ávirkan á, hvør hevur áhuga at koma inn á føroyska økið at bora, tí har er infrastrukturur, sum kann brúkast til at fáa møguliga føroyska olju til høldar.
Sparra um broytta lóggávu
Norski ráðharrin, Terje Aasland segði, at teir vóru fúsir til at vera tøkir at hyggja eftir okkara kolvetnislóggávu ella lóggávu í sambandi við troytan av mineralum á havbotninum. Teir hava longu gjørt slíka lóggávu.
Jacob Vestergaard heldur, at hetta er so avgjørt nakað, sum vit kunnu sparra við Norra um.
- Vit hava annars longu eina kolvetnis-lóggávu við íblástri úr Norra, og kanska vit skulu til at fínpussa hana til at fáa oljufeløg henda vegin.
Landsstýrismaðurin nevndi eisini á fundinum, at vit í løtuni leggja síðstu hond á broytingar í lóggávuni, sum skulu vera við til at fáa oljufeløg til Føroyar. Tað vónaði hann kundi gera, at oljufeløg aftur valdu at koma til Føroya fyri aftur at royndarbora.
- Terje Aasland tók fult undir við sjónarmiðinum, at tað er betri, at vit í hesum partinum av heiminum fara undir at framleiða olju, heldur enn at vera bundin at orku úr meira óstabilum londum.
Broytta støðan í heiminum ger tað enn meira neyðugt at fara eftir oljuni í undirgrundini.
Jacob Vestergaard heldur sjálvur, at fundurin við norska starvsbróðurin var sera góður og jaligur og hildin í eini góðari atmosferu í einum spennandi og áhugverdum orkuumhvørvi, sum bæði fevndi um olju og gass eins og varandi orku.
Niðurstøðan á fundinum var, at Norra hevur nógvar royndir, tá tað snýr seg um at útvinna olju, so um vit í Føroyum høvdu brúk fyri slíkum, kundu vit altíð venda okkum til teirra sigur Jacob Vestergaard, sum týsdagin fer á fleiri týdningarmiklar fundir á ONS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald