Innanlands

Brúka Føroyar sum útgerðarhavn

Verandi lóggáva forðar tó fyri, at útlendsk skip kunnu skifta allar sínar manningar út..

2026-09-13 15:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinastu tvær vikurnarhava tvey kanningarskip ligið við bryggju í Havn. Tey komu henda vegin fyri at bíða eftir betri veðri og fyri at fáa ymsar tænastuveitingar so sum manningarskifti, proviantering, umvæling ol. Skipini Fugro Searcher og Kommandor Iona gera í løtuni kanningar av havbotninum millum Føroyar og Ísland í sambandi við datakaðal, sum skal leggjast  millum Kanada og Norra.

[object Object] 

Skipini eins og systurskip hava eisini arbeitt bæði í bretskum og írskum øki í sambandi við útbyggingar av havvindmyllum. Slík skip fáast annars eisini við at gera havbotnskanningar fyri oljufeløg. 

Tað er Faroeship, sum er agentur fyri skipini. Haðani frætta vit, at tað er sera kærkomið fyri tey eins og fyri allar Føroyar, at offshoreskip av ymsum slag velja at brúka føroyskar havnir, tá tey eru til arbeiðis í økjum nærhendis Føroyum. Tá hava tey oftani valið millum at brúka Aberdeen, Lerwich ella havnir í Føroyum, og tíanbetur fellur valið oftani á føroyska havn, tó at her eru meinbogar, sum forða fyri, at skipini fáa framt manningarskifti fult út. 

Nú hesi bæði skipini arbeiða so nær Føroyum hava tey valt føroyska havn sum útgerðarstað. Í hesum førinum fall valið so á Havnina, har Faroe Ship heldur til. Alina Jespersen, deildarleiðari heldur tað vera gott, at slík skip velja Føroyar og sigur, at umboð fyri skipini eru sera fegin um at koma í føroyska havn og síggja, hvussu væl føroyski infrastruktururin roynist.

[object Object] 

Útgerð til havbotnskanningar á Fugro Searcher, ið liggur á Havnini í løtuni. Niðanfyri mynd frá 1994, tá kanningar vórðu gjørdar á havbotninum í sambandi við oljuleiting. Á myndini Guttormur Djurhuus, sáli. Mynd "Oljan". 

[object Object]

Her er kortini eitt stórt MEN. Tað snýr seg nevniliga um verandi lóggávu ella regulverk, sum er ein forðan fyri, at skipini kunnu koma til Føroya og skifta alla sína manning. 

Tað ber nevniliga ikki til undir verandi reglum og krøvum at skifta alla manningina, um partar av henni m.a. eru úr londum uttan fyri ES. Her er oftani talan um manningar úr Filipinunum. Fer virksemi nærhendis Føroyum at vaksa komandi árini, so kann hesin trupulleikin seta kíla í royndirnar at fáa útlendsk reiðarí at brúka Føroyar sum útgerðarstað - og heldur velja aðrar havnir, har ongar forðingar eru.  

[object Object]

Trupulleikin er tann, at manning úr ikki ES londum og triðja londum sleppa ikki til og  úr Føroyum, heldur ikki um tey hava eitt Schnengen Visa til eitt ES land (til dømis Schengen Visa til Háland). Tað má vera eitt Schengen visum gjørt í Danmark og við átekningini  ”Valid For Faroe Islands”. Hetta er sera óheppið, tí í londum rundan um okkum, ber hetta væl til, har sjómenn eisini kunnu ferðast við síni sjómannabók.

Skulu Føroyar tí gerast eitt áhugavert land at taka ímóti og veita tænastur til slík sum tey, ið hava liggið við bryggju í Havn í tvær vikur, so  má okkurt politiskt broytast, ella mugu undantøk gerast fyri sjófólk, sum arbeiða umborð á eitt nú offshore skipum. 

Sí eisini aðra grein á orkan, sum viðger somu spurningar. 

Orkan.fo | Heimsins størsta seismikkskip á Nólsoyarfirði  

[object Object]Tá heimsins størsta seismikkskip ætlaði at koma í føroyska havn at skifta alla manningina bar hetta ikki til vegna serstøku visumreglarnar. 

Her brot úr greinini, sum eisini lýsa málið væl:

"Orkan.fo hevur spurt Jan Hjaltalin, hvussu tað ber til, at seismikkskip ikki kemur í føroyska havn og harvið kann fáa vørur og tænastur heldur enn at liggja úti á fjørðinum við tí avmarking tað hevur við sær.  Til tað sigur hann, at vanliga plaga slík offshoreskip at koma í havn at skifta manning og fáa aðrar vørur og tænastur um somu leið.

Tað var so eisini eitt ynski frá norska reiðaríinum at kunna koma í føroyska havn og her skifta alla manningina uppá 50 mans.  Her var Kollafjørður uppá tal. Men vegna serstakar reglur fyri loyvi at koma í land í Føroyum, bar ikki til hjá fólki mest uttan fyri Evropa eitt nú filipinar at koma í land uttan serstakt "Faroe Island Visa."

Hetta er krav frá myndugleikunum, sum løgreglan umsitur. Tá tað vil taka ov langa tíð at fáa slík visa til nakrar av manningini gjørdi PGS av at sleppa ætlanini at fara í føroyska havn. Og ístaðin fyri at skifta alla manningina í Føroyum varð avgjørt, at nakrir fáir persónar skuldu fara í land og nakrir umborð. Nú fer skipið so í aðra havn antin í Hetlandi ella Noregi at skifta alla manningina, har tað eftir øllum at døma ikki eru galdandi eins strangar visumreglar.  

Jan Hjaltalin sigur, at hetta er sera óheppið ikki bara fyri tey sum umboð men fyri alla føroyska vinnu, sum kann hava gagn av eitt nú manningarskifti, at tað nú eftir øllum at døma vísir seg, at reglurnar fyri at koma og fara um føroyskan keikant eru herdar. Hetta er sjálvandi stórt spell, tá hugsað verður um, hvørjar jaligar avleiðingar tað kundi fingið fyri Føroyar, um eitt so stórt skip kom í føroyska havn og gjørdi fult manningarskifti eins og tað harvið eisini kundi fingið aðrar vørur og tænastur. 

Jan Hjaltalin viðgongur, at reglarnir fyri at fáa fólk í land eitt nú í sambandi við manningarskifti eftir øllum at døma gerast strangari og leggur  hann aftrat, at sjálvandi skulu reglar og lógir virðast og haldast ikki minst, tá talan er um trygd, men tað mátti borið til at kunna brúkt aðra mannagongd í sambandi við eitt manningarskifti. Reglarnar eru eftir øllum at døma tær somu fyri sjófólk sum fyri ferðafólk, og tað heldur hann vera óheppið og spyr, hví ikki myndugleikarnir heldur kunnu brúka sjófartsbókina hjá teimum heilt fáu útlendingunum, sum koma úr londum so sum Filipsoyggjum heldur enn at krevja visum, vitandi, at hetta ikki bara er sum at siga tað og krevur bæði umsitingararbeiði og tíð.

Og tað vísir seg, at tá slíkar “strangar” reglur eru galdandi í Føroyum, tá velja reiðararí lættari og skjótari leiðina tvs. at fara til land, sum ikki setir so strong krøv á júst hesum øki. Eitt teirra kundi so verið grannin Hetland, sum tá vil vera meira kappingarførur enn Føroyar at fáa ein vinnulígan ágóða á virksemi, sum fer fram í grannalagnum.  

Ikki bert fyri eitt felag, sum hevur til arbeiði at umboða útlendsk reiðarí, tá teirra skip eru í føroyskum umhvørvi, hevur hetta avleiðingar. Eisini fyri veitarar av ymsum slag, tað verið seg teir, ið lata vatn, olju, proviant og eitt nú taka sær av umvæling ol. og ikki minst fyri gistingarhús eins og flogvøll og Atlantic Airways kann hetta hava óhepnar avleiðingar við sær. 

Frá Tor Shipping frætta vit,  at eitt stórt frálandsskip " 7 Waves”  skuldi koma til Føroya at skifta manning og fáa vørur og tænastur fyri stuttum,  men gjørdi av ikki at koma henda vegin vegna nettupp strongu reglarnar fyri manningarskifti.

Alt hetta kundi verið broytt, um tað bara ikki vórðu sett somu krøv til sjófólk sum til ferðafólk, hvat visakrøvini jú fyrst og fremst eru til fyri. Ein sjófartsbók heldur enn eitt serstakt “Faroe Island Visum” hevði kunnað latið upp fyri trupulleikunum.

Reglarnar, sum orkan.fo skilur tað, eru, at tað krevst eitt  serstakt visa fyri at koma í land hjá ávísum tjóðskapum:

"VISA – Valid for Faroe Islands":

Passengers, from countries with a visa requirement, must have a visa, which is specifically valid for entry into the Faroe Islands. A visa to enter Denmark or another Schengen country is not valid for entry into the Faroe Islands. Please see visa requirements etc. https://www.nyidanmark.dk/en-GB/Words-and-concepts/US/Visum/Countries-with-a-visa-requirement-and-visa-free-countries

Í leinkjuni omanfyri sæst, hvørjir tjóðskapir krevja visa.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder