Halgir Winther Arge, sum er nýggjur nevndarlimur, hevur MSc-prógv í oljuverkfrøði frá Heriot-Watt University. Hann hevur drúgvar royndir úr olju- og gassvinnuni og hevur starvast sum oljuverkfrøðingur hjá Atlantic Petroleum og hjá eysturríkska olju- og gassfelagnum OMV. Í hesum sambandi hevur hann arbeitt í Norðurafrika, Miðeystri og Evropa.
Zvonimir Mrdalo er eisini nýggjur nevndarlimur. Hann hevur PhD-prógv í búskaparfrøði frá University of Aberdeen, MSc-prógv í búskaparfrøði frá University of Oxford og MA-prógv í Economic Science við First Class Honours frá University of Aberdeen.
Hann hevur víðfevndar royndir innan hagtalsfrøði, íløgur í partabrøv, fíggjarlig modell og olju- og gassvinnuna. Harumframt undirvísir hann í vinnubúskapi, fyritøkufígging og búskapi innan alivinnu.
Triði nevndarlimurin og formaður er Mourits Joensen. Ben Arabo, sum áður hevur sitið í nevndini, er ikki longur partur av ovastu leiðsluni í felagnum.
Annars valdi aðalfundurin Petur Even Djurhuus til fundarstjóra.
Aðalfundurin viðgjørdi og góðkendi eitt uppskot um at broyta viðtøkurnar hjá felagnum, soleiðis at nevndin fær heimild til at hækka partapeningin við útgávu av nýggjum partabrøvum, har verandi partaeigarar hava forkeypsrætt.
Eisini varð eitt uppskot um at broyta viðtøkurnar góðkent, soleiðis at nevndin fær heimild til at hækka partapeningin við útgávu av nýggjum partabrøvum uttan forkeypsrætt hjá verandi partaeigarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald