Ukraina skal steðga við at leypa á oljuvinnuna í Russlandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
Trump sigur, sambært Ritzau, at tað er kríggið millum Ukraina og Russland, sum er orsøkin til trot á diesel og ikki kríggið millum USA og Iran.
Seinastu tíðina hevur Ukraina fleiri ferðir lopið á oljureinsiverk í Russlandi. Tað hevur havt við sær trot á brennievni í stórum parti av Russlandi, og tí avgjørdu russiskir myndugleikar í juli at avmarka útflutningin av diesel.
Amerikanski forsetin sigur, at hann hevur biðið ukranska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um at steðga við at fremja slík álop.
– Lat hann bara fara eftir málum men ikki diesel, sigur Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald