Fyri aðru ferð innan stutta tíð leggur landsstýrismaðurin í vinnumálum aftur frá landi. Ørindini hesaferð eru m.a. at kunna seg um nýggjastu gongdina innan olju- og gassvinnuna í Bretlandi. Hann verður so eisini við á stórum orkufundi í bretska oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen týsdagin. Herfyri vitjaði hann norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger til altjóða orkumessuna og ráðstevnuna ONS.
Tá Jacob Vestergaard tók við landsstýrissessinum fyri nøkrum mánaðum síðani segði hann seg ætla at vera virkin partur av marknaðarføringini av oljuleitingini eins og føroysku veitingarvinnuni. Til tess metti hann tað vera týdningarmikið at lodda dýpið innan vinnuna í okkara grannalondum, Norra og Bretlandi.
Komandi avgerðin hjá bretsku stjórnini í sambandi við góðkenning av tveimum olju- og gasskeldum í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar fer uttan iva eisini at fylla nógv í orðaskiftinum á orkufundinum í Abeerdeen í morgin.
Eftir eina væleydnaða vitjan í Norra fer hann nú at hitta umboð fyri bretsku orkuvinnuna, bæði oljufeløg og veitarafeløg. Hann er gestur hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni til havs, OEUK, Offshore Energies UK, sum eisini stendur fyri stóra kunningar- og kjaktiltakinum í Aberdeen týsdagin.
Saman við landsstýrismanninum eru umboð fyri Vinnumálaráðið og Jarðfeingi. Høvið verður eisini undir vitjanini at síggja nýggju suðurhavnina í Aberdeen, sum bæði hýsir oljuvirksemi og varandi orkuvirksemi. Á heimvegnum skal landsstýrismaðurin eisini støkka inn á gólvið í stjórnarbygninginum í Edinburgh og har hitta ein av ráðharrunum. Landsstýrismaðurin er aftur í Føroyum hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald