Uttanlands

Mette Frederiksen: Loysn skal finnast í Miðeystri

Ukraina hevur rætt til at verja seg, sigur Mette Frederiksen, eftir at Donald Trump hevur heitt á Ukraina um ikki at leypa á russisk oljureinsiverk.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

2026-09-14 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir

Tað er støðan í Miðeystri sum fær orkuprísirnir upp, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur heitt á Ukraina um ikki at leypa á russisk oljureinsiverk.

Sambært Mette Frederiksen hevur Ukraina rætt til at verja seg móti Russlandi.

– Eg havi áhaldandi sagt undir hesum krígnum, at Ukraina skal hava møguleikan at svara aftur, tí annars fer Russland at halda fram bæði við hesum krígnum móti Ukraina og møguliga móti øðrum evropeiskum londum, sigur hon sambært Ritzau.

Sambært Donald Trump eru álopini hjá Ukraina á russisk oljureinsiverk orsøkin til, at m.a. dieselprísir eru farnir upp, og hevur hann heitt á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um at steðga hesum álopunum.

Mette Frederiksen heldur tó, at loysnin er í Miðeystri, har kríggið millum USA og Iran hevur ávirkað oljuflutningin gjøgnum Hormuzsundið.

– Tað hevði verið øgiliga gott at funnið eina loysn í Miðeystri, sigur hon.

Les eisini: Trump: Ukraina orsøkin til dieseltrot



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder