2026-09-22 11:08
Danska reiðaríið Mærk hevur gjørt sáttmála um bygging av 26 nýggjum konteynaraskipum. Tað váttar miðilin Shipping Watch.
Skipini eru liður í endurnýggingini av flotanum hjá Mærsk, sum telist millum heimsins størstu. Skipini fara at hava sonevndar “dual-fuel” motarar, sum skulu koyra við flótandi LNG gassi. Skipini verða latin reiðaríinum í 2029 og 2030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald