Innanlands

Á Frælsinum hóskvøldið: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

Australski serfrøðingurin Wes Stein vitjar Fróðskaparsetur Føroya og skal á almennum fyrilestri tosa um sólorkutøkni.

Wes Stein og starvsfelagar hansara á CSIRO hava millum annað verið við til at menna bíligari og effektivari heliostat-spegl, sum sjálv fylgja sólini og alla tíðina beina sólarljósið til ein móttakara. Hann var eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at byggja fyrsta sólorkutornið í Australia (Mynd: Linda Roche/DFAT, Department of Foreign Affairs and Trade, Australia)

Wes Stein og starvsfelagar hansara á CSIRO hava millum annað verið við til at menna bíligari og effektivari heliostat-spegl, sum sjálv fylgja sólini og alla tíðina beina sólarljósið til ein móttakara. Hann var eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at byggja fyrsta sólorkutornið í Australia (Mynd: Linda Roche/DFAT, Department of Foreign Affairs and Trade, Australia)

2026-09-22 21:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu kann eitt ótal av speglum miðsavna sólarljós á einum staði og skapa so nógvan hita, at vit kunnu framleiða ravmagn, reka ídnað – og eisini goyma hitan til seinni?

Hósdagin 24. september kemur australski serfrøðingurin Wes Stein á Fróðskaparsetur Føroya at halda almennan fyrilestur um concentrated solar power, sum er sólorkutøkni, har spegl fylgja sólini og savna sólarljósið í eitt ávíst punkt. Har kann sera høgur hiti skapast, sum síðani kann brúkast til eitt nú ravmagns- og ídnaðarframleiðslu.

Wes Stein hevur arbeitt við orku í nærum hálva øld. Fyrstu 20 árini arbeiddi hann við sniðgeving og rakstri av orkuverkum, áðrenn hann fór á stóra australska granskingarstovnin CSIRO, har hann í skjótt 30 ár hevur granskað í sólorku og serliga í concentrated solar power.

Í samrøðu við australska Uttanríkisráðið lýsir hann sjálvur grundhugsanina sum næstan óvanliga einfalda: Tú endurkastar sólarljósið, skapar hita, gert damp – og letur so dampin reka eina turbinu. Men aftan fyri hesa einføldu grundregluna liggja áratíggju av gransking og tøkniligari menning.

Wes Stein og starvsfelagar hansara á CSIRO hava millum annað verið við til at menna bíligari og effektivari heliostat-spegl, sum sjálv fylgja sólini og alla tíðina beina sólarljósið til ein móttakara. Hann var eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at byggja fyrsta sólorkutornið í Australia.

Tøknin, sum Stein og starvsfelagar hansara hava ment, er ikki longur bara gransking. CSIRO hevur arbeitt við verkætlanum í eitt nú Japan, Kina, Kili og Kýpros. Stein sigur í samrøðuni, at nógv gransking, ótal av royndum - og mistøkum - hava verið á vegnum, men at tey nú hava megnað at menna tøkni, sum er millum ta fremstu í heiminum.

Ein serligur fyrimunur við concentrated solar power er møguleikin at goyma orkuna sum hita. Tað ger eisini sólorkuna tøka, tá sólin ikki skínur, og samstundis gevur er møguleiki at brúka hitan beinleiðis í ídnaði.

Á almenna fyrilestrinum á Setrinum fer Wes Stein at greiða frá nýggjastu menningini á økinum, hvussu tøknin verður brúkt í dag, og hvørjir møguleikar eru fyri henni í framtíðar orkuskipanum.

Almennur fyrilesturin við Wes Stein verður hósdagin 24. september klokkan 17:30 í stovu 26 á Fróðskaparsetri føroya á Frælsinum 20. Tað er ókeypis atgongd.min.

Til ber at les meira um Wes Stein og sólorkugranskingina hjá CSIRO her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder