Tað stendur nógv á í bretsku oljuvinnuni í hesi tíð. Hetta mátti landsstýrismaðurin í vinnumálunum, Jacob Vestergaard sanna, tá hann vitjaði skotska oljuhøvuðsstaðin Aberdeen herfyri. Bæði á stóra orkufundinum hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK og á samkomu við tey stóru oljufeløgini fekk landsstýrismaðurin greitt at vita, hvussu ónøgd vinnan er við afturhaldandi støðuna hjá stjórnini at ikki at loyva nýggjum útbyggingum á bretska landgrunninum her m.a. eystan fyri Føroyar.
Á stóra orkufundinum í Aberdeen herfyri, har eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum og stjórin á Jarðfeingi luttóku, løgdu umboð fyri oljuvinnuna prógv fram um, hví bretska stjórnin eigur at loyva útbyggingum av oljukeldum, heldur enn at Bretland skal innflyta olju og gass við nógv hægri útláti fyri at nøkta tørvin. Mynd Jan Müller
Umboð fyri vinnuna halda seg hava lagt øll hugsandi prógv og sjónarmið fram um, hví tað er rætt at halda fram við framleiðsluni av olju og gassi um somu tíð sum varandi orkan verður ment og minkað verður um útlátið.
Vinnan tvíheldur um, at tað er skeivt at halda fram við at innflyta olju og gass um somu tíð, sum stórar nøgdir verða liggjandi ótroyttar í bretska partinum av Norðsjónum. Vinnan vónar, at stjórnin tekur seg um reiggj og gevur endaligt loyvi til tvær stórar útbyggingar Jackdaw og Rosebank. Avgerðin um hesar er eisini avgerandi fyri nógvar aðrar útbyggingar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.
Seinastu útmeldingarnar frá myndugleikunum eru, at svar kemur skjótt, tó at eingin vil siga nær. Eygleiðarar vísa tó á, at stjórnin helst bíðar til eftir eitt eykaval í London, har Grøni flokkurin roynir at vinna sessin hjá fráfarna forsætisráðharranum Keir Starmer, sum tekur seg úr politikki. Tað ljóðar eisini, at avgerðin verður kanska ikki tikin fyrr enn seint í oktober eftir, at fíggjarlógin er løgd fram.
Stórur meiriluti er annars millum bretar fyri at geva útbyggingunum grønt ljós. Í vikuni heitti Konservativi flokkurin á forsætisráðharran, Burnham um at kunngera góðkenning av oljukeldunum á floksráðstevnuni hjá Labour í komandi viku. Leiðslan í Konservativa flokkinum sigur, at talan er um lív ella deyð fyri alla vinnuni.
Serica Energy og Ithaca Energy eru tvey av oljufeløgunum í Bretlandi, sum eru mest virkin á Atlantsmótinum. Her hittir Jacob Vestergaard stjóran í Serica, Chris Cox og stjóran í Ithaca, Luciano Vasques á samkomu í Aberdeen. Mynd Jan Müller
Eftir eina væleydnaða vitjan í Aberdeen hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum við sær heimaftur góðynski bæði um føroyska leiting og um samstarv við bretska vinnu og myndugleikar umframt innlit í og kunning um bretska olju- og veitingarvinnu.
À samkomu saman við umboðum fyri oljufeløg og vinnuna annars hevði landsstýrismaðurin høvi til at takka fyri innbjóðingina at vitja Aberdeen. Hann segði m.a.:
-Vit eru komin higar at taka pulsin á oljuvinnuni í Bretlandi. Tað er okkara vón, at London fer at geva tykkum her í Aberdeen loyvi til at halda fram við tykkara góða arbeiði at framleiða olju og gass til okkum í Evropa. Okkum tørvar hesi til orkutrygdina, og vit vóna eisini, at tit fara at skunda undir framleiðsluna á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland sum eisini er eystan fyri Føroyar. Vit í Føroyum síggja hetta stóra økið sum eitt og sama og vóna, at til ber at finna og framleiða olju og gass í føroyska økinum í framtíðini eisini. Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe var eisini partur av ferðalagnum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður takkar stjóranum í Offshore Energies UK, David Whitehouse fyri innbjóðingina at vitja Aberdeen. Mynd Jan Müller
Stjórin í bretska meginfelagnum David Whitehouse, sum á stóra orkufundinum dagin frammanundan framman fyri 300 luttakarum beyð landsstýrismanninum og føroyska ferðalagnum vælkomnum, helt fyri, at nú landsstýrismaðurin skuldi vitja skotska tingið dagin eftir, so hevði verið gott, um hann bar boðini um føroysku støðuna til Rosebank útbyggingina har eisini, og hann var eisini vælkomin at skriva til bretsku stjórnina í London um at góðkenna Rosebank.
Eisini stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller, sum varð við á ferðini, takkaði bretska systurfelagnum, OEUK fyri at hava boðið landsstýrismanninum í vinnumálum til Aberdeen, soleiðis at Føroyar og Bretland kunnu skapa og leggja grundarlag undir eina felags framtíð við olju og gassi eins og grønari orku so sum vindorku sum part av orkumixinum. Hann vónaði, at samarbeiðið millum OEUK og FOIB (FOÍB er atlimur í bretska meginfelagnum) kundi vera við til at birta uppundir samstarvið millum bæði londini og eggja oljufeløgunum, sum arbeiða eystan fyri Føroyar at hyggja henda vegin eisini.
-Føroyar hava nógv at læra av tykkara vitan og royndum, og vónandi kunnu tit eisini fáa ágóðan av einum mennandi samstarvi segði stjórin í FOÍB, tá hann vendi sær til fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, sum vórðu tilsteðar á samkomuni í Aberdeen. Hesi vóru m.a. Adura, BP, Serica Energy og Ithaca Energy. (Lesið eisini samrøðu við stjóran í oljufelagnum Adura um framtíðina á Atlantsmótinum í komandi grein á orkan.fo)
Varpa ljós á oljuleiting við Føroyar
Skotski orkumiðilin Energy Voice hevur í fleiri greinum í seinastuni varpað ljós á oljuleiting við Føroyar sum part av framtíðar virkseminum á Atlantsmótinum. Her leinkjur til tvær av greinunum:
![]()
Í sambandi við vitjanina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í Aberdeen herfyri hevði miðilin eisini samrøðu við Jacob Vestergaard, sum m.a. vísti á týdningin, sum eitt nú góðkenning av Rosebank oljukelduni hevur fyri ikki bert bretska oljuvinnu men eisini fyri framtíðar oljuvirksemi við Føroyar.
![]()
Í sambandi við vitjanina í Aberdeen gjørdi FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur tíðindaskriv um søguligu vitjanina, har landsstýrismaðurin í vinnumálum greiðir frá síni hugsan um eina oljuframtíð á Atlantsmótinum. Eisini kunnar stjórin á Jarðfeingi um seinastu kanningarnar av undirgrundini og møguleikarnar at finna olju og gass.
![]()
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald