Spurningarnir frá tingkvinnuni til landsstýriskvinnuna eru: Hvussu er orkutrygdin hjá Føroyum? Fara orkutungir elbrúkarar at fáa møguleika at gera íløgur í varandi orkuframleiðslu úr vindi til egna nýtslu og kann landsstýriskvinnan geva Løgtinginum eina tíðarætlan fyri, nær onnur kunnu framleiða inn á netið hjá SEV?
Í viðmerkingunum til fyrispurningarnar sigur Fía Selma Nielsen:
-Í samgonguskjalinum stendur: ”Ferð skal aftur setast á útbyggingina av vindorku og aðrari varandi orku. Eisini skal varandi avlopsorka nýtast skynsamt. Vit skulu skunda undir at loyva fleiri inn á marknaðin, sum framleiða inn á netið hjá SEV.”
Eltørvurin í Føroyum veksur skjótt. Samstundis gongur útbyggingin av varandi orkuframleiðslu ov seint, og tá framleiðslan ikki fylgir við vaksandi tørvinum, verður „holið“ fylt við olju. Í einari tíð, har kríggj og geopolitiskir spenningar hava víst, hvussu viðbrekin altjóða orkuveitingin er, er týðandi, at vit gera okkum greitt, hvussu støðan er við orkuveiting í Føroyum.
![]()
Vinnan brúkar ein lutfalsliga stóran part av føroysku elorkuni. Hetta er serliga áhugavert, tí stórar orkukrevjandi fyritøkur hava bæði kapital, vitan og vilja til sjálvar at gera íløgur í varandi orkuframleiðslu til egna nýtslu. Verandi karmar geva tó ikki vinnuni nøktandi møguleika at taka hesa ábyrgd og gera slíkar íløgur.
Um vinnan sleppur at framleiða sín egna streym, eru tað nøkur, sum meta, at Føroyar innan heilt fá ár kunnu verða bæði sjálvberandi og burðardygg á orkuøkinum. Stóru orkubrúkararnir skilja, at SEV sjálvandi má fáa sín part, og við góðum samstarvi við vinnuna er helst gjørligt, at vinnan, hóast hon framleiðir sín egna streym, rindar eitt samfelagsligt gjald til SEV.
Hetta fer at: •Geva vinnuni møguleika at taka ábyrgd av sínum egna orkutørvi og at gera íløgur í varandi orku, og varðveita veitingartrygdina og kervisábyrgdina hjá SEV fyri elnetinum.• Geva eina rúgvu av yvirskotsorku, ið kann blíva gagnnýtt í el-skipanini, sigur tingkvinnan til skrivliga fyrispurningin, sum løgtingið skal atkvøða um á tingfundinum mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald