Uttanlands

ES við Trump: - Bannið ikki útflutningi av dieselolju

Orkuráðharrin ávarar: Evropa stevnir móti ringasta orkuvetri síðani 2022.

2026-09-27 13:50 Author image
Jan Müller

Orkumálaráðharrin í ES, Dan Jørgensen, hevur heitt á Donald Trump um at varðveita eitt „frítt flóð“ av diesel, eftir at amerikanski forsetin herfyri hótti við at stongja fyri útflutninginum. Hann ávaraði um, at Evropa longu stendur framman fyri sínum ringasta vetri síðani 2022, tá ið tað ræður um orkuprísir. Orkuprísirnir í Evropa er longu teir hægstu í mong ár. Hetta skriva Financial Times og World Oil. 

Dan Jørgensen sigur við bretska miðilin, at tað er í áhuganum hjá bæði USA og Evropa at „hava eitt so frítt flóð" av orku millum londini sum gjørligt. Men sjálvt um USA heldur fram við óavmarkaðum dieselveitingum til Evropa, „kann hesin veturin verða sera, sera ringur, og hann kann verða tann ringasti, vit hava havt síðani 2022“ heldur ES ráðharrin. 

Dieselprísirnir í Evropa nærkast einum metstøði. Trump órógvaði marknaðin fyrr í vikuni, tá ið hann segði, at hann fór at stuðla einum banni móti útflutningi av diesel. Tey, sum handla við orku, ávaraðu um, at hetta hevði verið „vanlukkuligt“ fyri Evropa, tí USA er størsti veitarin av diesel til Evropa.

Hóast amerikanski orkumálaráðharrin Chris Wright seinni setti spurnartekin við, um eitt fullfíggjað útflutningsbann hevði verið skilagott, er hóttanin tann seinasta av fleiri avbjóðingum móti orkutrygdini í Evropa, meðan stríðið í Miðeystri framvegis órógvar heimsins orkuveitingar skrivar Financial Times, sum eisini vísir á, at prísirnir á jarðgassi í Evropa komu nýliga upp á sítt hægsta støði síðani orkukreppuna í 2022, ið kom í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. 

Sambært Dan Jørgensen hevur  Evropanevndin umhugsað at seta í verk áøk fyri at lækka prísin á fossilum brennievni í ES. Eitt av hesum átøkum er at kanna møguleikan fyri at útseta sonevndu metanreglurnar í eitt ár. 

Økt framleiðsla hjá amerikonskum og evropeiskum oljureinsiverkum hevur gjørt tað møguligt hjá ES-londunum framvegis at innflyta nóg mikið av diesel og flogbrennievni til at sleppa undan veitingarkreppum.

Men Trump-stjórnin er undir trýsti vegna innanlandsprísirnar á diesel undan kongressvalinum í november. Um USA veruliga stongir fyri veitingunum av brennievninum, hava greinarar sagt, at tað fer at økja prísirnar kring allan heimin.

ES orkuráðharrin heldur mest sannlíku støðuna vera, at Evropa fer at hava sera, sera høgar prísir, men ikki trupulleikar við veitingartrygdini. 

Dan Jørgensen endurtekur ávaringarnar um, at Evropa má skunda undir elektrifiseringina fyri at sleppa undan framtíðar kreppum, ið standast av fossilum brennievnum. Evropanevndin hevur skotið upp at tvífalda um elektrifiseringsstigið í ES til 46 prosent í 2040 og at seta tiltøk í verk, sum gera tað møguligt hjá londunum at skatta ravmagn lægri enn gass.

„Um vit ikki gevast við at vera  bundin av fossilum brennievnum, kann eg lova øllum, at tað verður ein støðug kreppa”, sigur ES ráðharrin sambært Financial Times. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald