Hetta skrivar felagið á síni heimasíðu og verður tað endurgivið í fleiri altjóða miðlum í hesum døgum.
Tað er annars í tøkum tíma, at oljufeløg vilja varpa ljós á aftur føroysku undirgrundina, nú Jarðfeingi hevur kannað økið betri og er komið til fleiri sera áhugaverd úrslit.
At tað so er eitt føroyskt felag, sum setir hol á aftur leitingina, er kanska ein góð byrjan, nú føroyingar flestir ynskja at síggja føroyska luttøku í eini komandi leiting.
Umsóknin er latin inn til Jarðfeingi, føroysku jarðfrøðiligu og orkumyndugleikarnar, gjøgnum eitt felag, sum í løtuni er við at verða stovnað. Atlantic Petroleum væntar at eiga 40% av partapeninginum í umsøkjarafelagnum, har felagið verður fíggjað vegna sína ognarlut.
Fleiri útlendskir miðlar gera nógv burtur úr umsóknini frá Atlantic Petroleum.
Felagið hevur ikki upplýst, hvar økið, sum umsóknin fevnir um, liggur, ella hvussu stórt tað er. Heldur ikki eru upplýsingar um væntaðar tilfeingisnøgdir ella smálutir um ætlaða leitingarætlanina kunngjørdir.
Sambært Open Door-loyviskipanini merkir tað ikki, at eitt øki verður tillutað, bara tí at ein umsókn er latin inn. Jarðfeingi kann kunngera alment, at umsóknin er móttikin, og síðani kunnu onnur áhugað feløg søkja um sama øki ella partar av tí.
Feløg, sum kappast um økið, hava í minsta lagi 90 dagar frá tí, at kunngerðin er almannakunngjørd, at lata inn umsóknir, áðrenn eitt loyvi kann verða latið. Seinast hesin møguleikin at søkja um leitiloyvi gjøgnum Open Door skipanina var í 2013, tá danska DONG søkti um leitiloyvi.
Stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller sigur í eini viðmerking til avgerðina hjá føroyska felagnum at søkja um leitiloyvi, at um Atlantic Petroleum hevur eydnuna við sær, og umsóknin verður gingin á møti, tá kann tað vera ein nýggj byrjan í leitingini eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Tað verður so eisini spennandi at vita, hvussu útspælið frá einum føroyskum oljufelag, fer at verða móttikið í altjóða oljuheiminum. Dømi eru um, at slík gongd kann gerast ein katalysatorur fyri onnur feløg at leita henda vegin eisini sigur hann.
Áhugavert er eisini at býta merki í, at hetta hendir um somu tíð, sum bretska stjórnin skal taka avgerð um stóru útbyggingina Rosebank beint eystan fyri markið. Og spennandi verður so eisini at fylgja við, hvørji øki Atlantic Petroleum við sínum serfrøðingum hevur valt at søkja um sigur FOÍB stjórin. Tað kann gerast ein win win støða fyri bæði føroyska økið og tað bretska.
Hann leggur aftrat, at útbyggingar báðumegin markið kunnu gagna hvørjum øðrum og heldur støðan kann gerast ein "win win" støða fyri bæði føroyska og bretska økið. Hann vónar eisini, at umsóknin so nær við bretska landgrunnin kann hava eina positiva ávirkan á avgerðina hjá bretsku stjórnini um framtíðina hjá Rosebank oljukelduni.
Ovast kortið sum vísir økið, ið søkt er um. Niðast kort yvir alt økið, sum er partur av Open Door. ![]()
Tað var annars í sambandi fíggjarliga úrslitið hjá Atlantic Petroleum fyrra hálvár í ár, at felagið segði frá, at tað fór at venda eyguni aftur móti føroyska økinum og søkja um leiti- og framleiðsluloyvi her. Hetta kom eisini fram og varð samtykt á eykaðalfundinum í felagnum herfyri. Nú hevur felagið so gjørt álvara av ætlanini og sent myndugleikunum umsókn.
Felagið var ein virkin partur av oljuleitingini við Føroyar, tá henda tók seg upp eftir ár 2000. Harumframt hevur felagið verið virkið í oljuframleiðslu í m.a. Norðsjónum.
Keldur:
Atlantic Petroleum, Ritzau, World Oil, Energy Pedia, Jarðfeingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald