Uttanlands

Norska Equinor ávarar bretsku stjórnina

Verður oljukeldan Rosebank ikki góðkend, so verður tað eitt stórt bakkast.

Anders Opedal, stjóri í norska Equinor ávarar bretsku stjórnina. Mynd Jan Müller

Anders Opedal, stjóri í norska Equinor ávarar bretsku stjórnina. Mynd Jan Müller

2026-10-07 19:52 Author image
Jan Müller

Hóast stjórin í norska oljufelagnum Equinor, sum er partur av útbyggingini av oljukelduni Rosebank við føroyska markið, roknar við, at útbyggingin fær grønt ljós tá avtornar, so ávarar hann tó  bretsku stjórnina um avleiðingarnar, um hon noktar at góðkenna útbyggingina. 

Anders Opedal gjørdi hetta greitt á ráðstevnu í  "Energy Intelligence Forum" í London nú um dagarnar og segði, at Rosebank er eitt gamalt loyvi frá 2001. Oljan varð funnin í 2004, og avgerðin um íløgu varð tikin í 2023.

Opedal vísti til stevnuskránna hjá Labour, har sagt verður, at verandi loyvi skulu virðast.

-Undanfarna Keir Starmer-stjórnin segði, at Bretland var opið fyri vinnuligum virksemi. Vit hava søkt um góðkenning tvær ferðir, og Adura hevur gjørt alt, sum biðið er um.

[object Object]

Avgjørdu úttalilsini hjá Equinorstjóranum koma, nú bretska stjórnin helst í hesum mánaðinum fer at taka endaliga avgerð um lagnuna hjá Rosebank eins og Jackdaw gasskelduni í Norðsjónum. 

Enn ein týðandi stjóri innan oljuvinnuna, Russell Borthwick frá AGCC segði á fundinum, at altjóða orkufeløg hava møguleika at velja, hvar tey seta milliardir av pundum í íløgum, og at Bretland gevur teimum alsamt færri orsøkir  til at velja Bretland. -Gerið ikki Bretland ómøguligt at gera íløgur í.

Ikki øll eru so fegin um úttalilsini hjá Equinor stjóranum. Tessa Khan, stjóri í Uplift, hevur funnist at ávaringini frá Equinor um, at framtíðar íløgur í Bretlandi kunnu vera treytaðar av, at stjórnin góðkennir nýggjar útbyggingar í Norðsjónum, so sum Rosebank.

Hon heldur, at Rosebank í høvuðsheitum fer at framleiða olju til útflutnings og tí ikki fer at lækka húsarhaldskostnaðin til orku, samstundis sum Equinor og norska stjórnin fáa ágóðan av verkætlanini.

Khan sigur eisini, at ein góðkenning av feltinum fer at ganga beint ímóti teimum  veðurlagsskyldum,  sum Labour hevur lagt upp til eins og at lækka orkurokn­ingarnar og styrkja almenna ræðið á  orkuvinnuni.

Í hesum døgum frættist annars, at eitt av teimum stóru oljufeløgunum í Bretlandi, Ithaca Energy hevur gjørt av at gera stórar íløgur í Kanada, har tað er við at keypa ognirnar hjá stóra kanadiska oljufelagnum Suncore. Eygleiðarar vilja vera við, at orsøkin til at fara tvørtur um Atlantshav við íløgum, sum annars kundu verið brúktar í Bretlandi, er sera neiligi orkupolitikkurin hjá bretsku stjórnini. 

Keldur: Energy Voice, The Independent, The Telegraph, Financial Times


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald