Innanlands

Føroyar illa fyri við orkutilbúgving

Føroyar eru samanborið við okkara norðurlendsku grannar sera illa fyri, tá tað kemur til at hava nóg mikið av olju á goymslu í eini kreppustøðu. .

Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni á norðurlendskum seminari um orkumál. Mynd Jan Müller

Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni á norðurlendskum seminari um orkumál. Mynd Jan Müller

2026-10-09 16:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt av málunum, sum varð viðgjørt á orkuseminari í Norðurlandahúsinum herfyri var spurningurin um oljutilbúgving. Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni vísti á, at vit innflyta góð 300.000 tons av olju árliga og áttu tí at havt tilbúgvingargoymslur uppá 75-80.000 tons. Men veruliga støðan er ein onnur. 

[object Object]Effo er við at víðka um sínar oljugoymslur við fleiri nýggjum tangum á Skálafjørðinum. 

-Tey 3 oljufeløgini hava rakstrargoymslur uppá 48.000 tons, og í serligum førum kunnu partar av teimum roknast uppí, men ongantíð meira enn 50%.

Í Danmark liggur FDO (The Danish Central Oil Stockholdings (FDO) ensures oil supply security in Denmark)  við olju til 57 dagar, meðan oljufeløgini hava til 24 dagar.

Tvs.  at um vit átóku okkum somu skyldur sum onnur lond, áttu vit at havt eini 50.000 tons á goymslu til at brúka í eini neyðstøðu umframt tað, sum oljufeløgini hava. Í Danmark verður eisini tilbúgvingartrygdin tryggjað við lóg.  Men danska lógin “Gælder ikke for Færøerne og Grønland”.

[object Object]

[object Object]

Ísland er í somu støðu sum vit, og motto er tað sama: Tað hevur gingið higartil, so man tað ikki fara at ganga framyvir?

Meinhard Eliasen vísti á, USA hevur ofta brúkt oljugoymslurnar til at tálma høgum prísum. Men framleiðslan í USA er nógv økt seinastu árini, so nú er USA sær vitandi heimsins stórsti framleiðari av olju.

Trump hevur hótt við at steðga útflutningi av diesel úr USA, um ES londini ikki seta á reserva goymslurnar, og hetta kann fáa prísin enn longri upp.  Gerst tað veruleiki kann tað fáa álvarsligar fylgur fyri orkutrygdina sambært TV2.

[object Object]  

Eisini illa fyri tá talan er um el-orku

Tá talan er um el-orku eru vit í Føroyum eisini illa fyri, segði Meinhard Eliasen víðari, tí vit onki kaðalsamband hava við onnur lond. Helvtin av el-framleiðsluni kemur frá oljuriknu verkunum. Og SEV hevur goymslur til o.u. 16.000 tons. Um allar vatngoymslur hjá SEV eru fyltar, so svarar hetta til einar 12 mió kWh, ella til tað sum vit brúka í 9-10 dagar. Og um summarið kunnu ganga vikur við ongum vindi ella regni.

[object Object]

Ætlaða pumpuverkætlanin hjá SEV í Vestmanna fer at gera,  at meira vindorka kann koma til høldar, men hon fer ikki at økja um goymslukapacitetin. Hesin verður óbroyttur og svarar á leið til tað sum vit brúka av elorku í eitt døgn.

Í eini aðrari framløgu, sum Terji Nielsen frá SEV helt, kom fram, at stór óvissa er um pumpuskipanina, sum SEV hevur ætlanir um at gera, tí gongdin við battaríum hevur víst, at tað helst kann  loysa seg betri hjá SEV at útbyggja við battaríum heldur enn eini sera kostnaðarmiklari pumpuskipan. 

Niðanfyri nakað av tí, sum kom fram í framløguni hjá Meinhard Eliasen á orkuseminarinum “Net Zero Network 2026” í Norðurlandahúsinum. 

Orkutrygd í Norðurlondum

[object Object]

Føroyar hava eitt avbyrgt elnet, sum SEV, kommunala orkufelagið, eigur og rekur.Orkusamansetingin fevnir um umleið100 MW av dieselorku, 40 MW av vatnorku,umleið 60 MW av vindorku og eina lítla, men vaksandi, battaríorkuskipan.

SEV boðar frá einum til trimum fullkomnum streymslitum um árið, sum er munandi oftari enn á meginlandi Evropa.Føroyska málið fyri 2030 um at fáa alla elframleiðslu úr varandi orkukeldum minkar um, men tekur ikki burtur allaavbjóðingina. Hetta kemst av, at upphiting, samferðsla og fiskiflotin framvegis fara at vera bundin at innfluttum oljuúrdráttum í eina tíð framyvir.

Brennievnisveiting og goymslur

  • Føroyar eru viðkvæmar, tí neyðgoymslurnar av brennievni eru avmarkaðar.
  • Vit eru fullkomiliga bundin at innfluttum oljuúrdráttum, sum verða fluttir við skipum umvegis eitt avmarkað tal av havnum.
  • Eingin rørleiðing er knýtt at meginlandi Evropu.
  • Føroyar eru ikki fevndar av bindandi krøvum hjá ES ella IEA um at hava brennievni á goymslu.
  • Tær goymslur, sum eru, eru rakstrargoymslur hjá privatum innflytarum av brennievni, og nøgdinar eru ikki alment kunngjørdar.
  • Lond eru vanliga áløgd at hava brennievnisgoymslur til 90 daga nýtslu → 75.000 m³

Neyðgoymslur av brennievni - lógarásett krav

  • Føroyar eru ikki fevndar av goymsluskipanini hjá IEA ella ES-regluverkinum.
  • Lond eru áløgd at hava brennievni á goymslu til 90 daga nýtslu.
  • Føroyar eiga at hava 75.000m³ í goymslutangum.

Tilráðingar

  • Halda fram við ætlanini um at røkka málinum fyri 2030. 
  • Byggja fleiri vindmyllulundir á landi og á sjónum.
  • Halda fram við elektrifiseringini av vegasamferðsluni, rúmupphitingini og ídnaðarligari
  • Menna møguleikar fyri goymslu av ravmagni, eitt nú battarískipanir, pumpaða vatnorku o.a.
  • Seta á stovn eina skipan fyri býti av brennievni í neyðstøðum.
  • Raðfesta nýtsluna av brennievni í neyðstøðum.
  • Tryggja, at kravið um goymslu til í minsta lagi 90 daga oljunýtslu, verður lokið.
  • Stovna almennar goymslutangar, sum tað almenna eigur og hevur ræði á.


[object Object] 

[object Object]

Luttakararnir á orkuseminarinum í Norðurlandahúsinum herfyri. Mynd Jan Müller


Her ber til at lesa eitt sindur um oljutilbúgving: fdo.dk/sider/om-fdo/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder