Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fingst at USA fyri at gera avtalu við Russland um útflutning av diesel.
Les eisini: Trump: Russland sleppur at útflyta diesel
Avtalan er ein veik avgerð, og gevur hon bert russum meira pening at brúka til kríggið móti Ukraina, sigur Zelenskyj.
Gávur til Putin elva ikki til frið og fara ikki at vera ein hjálp hjá siðmentaða heiminum, skrivar Zelenskyj á X.
Hann leggur afturat, at Russland fer at svara aftur við yvirgangi og óreinskapi.
Ukrainski forsetin sigur, sambært Ritzau, at Ukraina er sinnað at gevast við álopunum á russisk oljureinsiverk, um Russland afturfyri gevst at elypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald