Russland loyvir nú aftur útflutning av diesel, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin og amerikanski forsetin, Donald Trump hava gjørt eina avtalu um at fáa diesel út á amerikanska og altjóða marknaðin.
Les eisini: Trump: Russland sleppur at útflyta diesel
Aleksander Novak, varaforsætisráðharri í Russlandi sigur, at framleiðslunøgdirnar eru nóg stórar til at nøkta bæði russiska og altjóða tørvinum.
Loyvið fór í gildi í gjár og ger tað møguligt at útflyta 500.000 tons av diesel í fyrsta umfari.
Tað var fyrr í ár, at Russland avmarkaði útflutningin av diesel. Orsøkin var ukrainsk álop á russisk oljureinsiverk, sum elvdu til trot á brennievni í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald