Innanlands

Varandi heimur í NLH: Grøn orka loysir seg

Varandi heimur - ráðstevna og framsýning um varandi orku, verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktobur. Heitið hesaferð er: "Grøn orka loysir seg".  .

2026-10-14 13:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Fólk við fremstu vitan og royndum leggja fram og geva boð uppá, hvussu ferð kann fáast á grøna orkuskiftið í Føroyum. Fokus verður sett á møguleikarnar hjá okkum her heima og vit hoyra um royndir úr grannalondum okkara skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Handilsfyritøkur sýna fram teirra boð uppá skilagóðar orkuloysnir til húsarhald og vinnu. Familjur og húsarhald leita sær góð ráð og íblástur um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum - og pengapunginum. 

Tað er ókeypis at vitja ráðstevnuna og ikki neyðugt við tilmelding.

Ikki færri enn 25 fyrilestrarhaldarar verða til ráðstevnuna, fleiri teirra úr útlandinum. 

[object Object]

Fríggjadagur fyri øll við áhuga fyri grøna orkuskiftinum

Fríggjadagin verður spurt, hvat, ið skal til fyri, at Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku? Sett verður  fokus á, hvussu vinna, kommunur, landsmyndugleikar og húsarhald hvør sær og saman kunnu vera við til at seta ferð aftur á orkuskiftið.

Vit hoyra leiðandi persónar á sínum øki greiða frá, eins og kjakast verður um loysnir og staðfest verður ábyrgd.

Í kjakinum verða Eyðdis Hartman Niclasen, Elsa Berg, Ruth Vang, Hákun Djurhus Jóhan í Niðristovu og Niels Winther.

Leygardagur er fyri teg og øll, sum ætla sær grøna orku

Leygardagin kunnu húsarhald kunna seg um møguleikar at fáa grøna orku. Familjur og einstaklingar kunnu leita sær íblástur og góð ráð um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum og sum kunnu spara nógvar krónur í pengapunginum.

Ansing og hugni til børnini

Stigtakararnir siga, at teir vilja fegin, at familjur við børnum koma í Norðurlandahúsið at vitja Varandi heimin, og hava tí fingið námsfrøðinæmingar at ansa børnunum í Skálanum. Har verða hoppiborgir, og gyklarin Ásbjørn fer at gykla, meðan foreldrini vitja básar ella lurta eftir fyrilestrum.

Xperiment framførir

Leygardagin verður byrjað við tónleiki, tá Xperiment fer at syngja kl 10.00.

Tað er fyritøkan Høgra, sum  stendur fyri handils- og ráðstevnuni.

Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna.

Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, Sev og  Tórshavnar kommuna.

Til ber at vitja stóru veitararnar í Føroyum innan orku: Krosstein, Leif Mohr, Solskifer, Føroya Banka, Jarðhita, Thorfinn Nielsen, Mariu Poulsen, Vita Software, Hita og Sev.

Bjørt Samuelsen og Uni Arge stýra ráðstevnuni, sum  verður stroymd.

Her skráin til ráðstevnuna:


https://nlh.cdn.fo/savn/rioltmf2/varand-heimur-2026-skra-13-10-26.pdf?s=L_AvnIoh-h7-RycVYJW_KCh5Wv0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder