Tummas Paula Mohr er nýggjur stjóri í Demich.
Hann er 37 ár, er útbúgvin civil verkfrøðingur og hevur arbeitt sum rakstrarleiðari í Demich í eitt knapt ár. Áðrenn Tummas Pauli Mohr kom til Demich, arbeiddi hann í fimm ár sum byggileiðari hjá Arpe Kjeldsholm í Keypmannahavn.
- Nógvar broytingar hava verið gjørdar í Demich síðstu tíðina, og vit fegnast um, at Demich fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur megnað at fingið yvirskot á botnlinjuna, sigur Suni Justinussen, sum hevur verið virkandi stjóri í Demich síðsta árið.
- Vit í nevndini í Demich fegnast um, at Tummas Pauli hevur tikið av at reka felagið víðari framyvir, sigur Suni Justinussen.
Demich hevur sum fremsti heildarveitari av grønum hitaloysnum verið ein virkin partur av orkuskiftinum í Føroyum seinastu mongu árini.
32 fólk starvast í Demich, sum er eitt dóttirfelag hjá Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald