Spurningurin um at loyva ella banna tveimum at teimum størstu olju- og gasskeldunum á bretska landgrunninum hevur leingi verið orsøkin til høvuðbrýggj bæði millum tey, sum vilja hava stjórnina at banna framleiðslu og tey, sum vilja hava hana at góðkenna framleiðslu av olju og gassi. Nú eru tekin til, at ein avgerð fer at verða tikin skjótt.
![]()
Sambært bretskum miðlum fer Andy Burnham, forsætisráðharri at taka avgerð saman við sínum orkuráðharra í næstum. Burnham sigur við miðlar, at tað er seina burokratiska tilgongdin hjá stjórnini, sum er orsøkin til drúgvu bíðitíðina. Nú hoyring hevur verið stendur bara eftir hjá stjórnini at taka avgerðina. Vinnan í Bretlandi saman við stórum parti av politiska landslagnum er við at missa tolið, og tí verður nú tosað um lív ella deyð hjá ikki bert umrøddu keldunum, men hjá allari orkuvinnuni í Bretlandi. Ímóti hesum standa umhvørvisfelagsskapir, sum krevja av Labour flokkinum at banna framleiðslu vegna framtíðar veðurlagspolitikkin.
Nógv arbeiðspláss í vanda
Sambært stórari kanning, sum er gjørd av avleiðingunum, um stjórnin ikki gevur loyvi, fer hetta at kosta 3300 arbeiðspláss og eitt tap fyri Bretland uppá 100 mia. kr. umframt at stórir íleggjarar fara at missa álitið á Bretland sum eitt gott land at gera íløgur í. Herfyri vísti ein onnur kanning, at tað kann koma at kosta Bretlandi 115.000 arbeiðspláss, um stjórnin ikki leggur á annan bógv.
![]()
Tað kom tí heldur ikki heilt óvart á, tá stjórin í norska orkurisanum Equinor, Anders Opetal herfyri tók blaðið frá munninum og ávaraði bretsku stjórnina: heldur hon ikki síni lyfti mótvegis orkuvinnuni, fer hetta at fáa óbótaligar fylgjur fyri Bretland. Ta ávaringina hevur forsætisráðharrin uttan iva skrivað sær bak oyrað, nú hann vísir seg ikki at vera eins avgjørdur sum fyrrverandi orkuráðharrin Ed Miliband, sum var maðurin, ið setti kíla í orkuhjólið.
Bretskir miðlar gera eisini nógv burtur úr seinasta útspælinum hjá sama Ed Milliband, nú sum uttanríkisráðharri, har hann mælir oljufeløgum, ið ætla at bora og framleiða olju og gass í Falklandsoyggjunum, um at fara í gongd við tað sama, hóast argentinski forsætisráðharrin sigur, at hetta er ólógligt, tí oyggjarnar eru partur av Argentina.
Føroyar fylgja væl við gongdini
Tað er greitt, at avgerð um Rosebank skamt frá føroyska markinum, kann eisini fáa stóran týdning fyri alt framtíðar virksemið um okkara leiðir.
Føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard á odda vitjar veitaravinnuna í Aberdeen, her fyritøkuna 3f, sum veitir tænastur í sambandi við tilbúgving. Mynd 3f
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard roynir simulator hjá 3f veitingarfyritøkuni í Aberdeen, saman við umboðum frá Jarðfeingi og VMR. Mynd 3f.
Ein góðkenning av so stórari oljukeldu so tætt við Føroyar kann fara at kollvelta møguleikarnar hjá føroyskum veitarafyritøkum at veita tærnastur til offshore vinnuna hinumegin markið. Og haraftrat kann hon eisini vera katalysatorurin til nýggja leiting í føroyskum øki. Hetta var eisini nakað, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard tók upp við stjóran í Adura, sum er felagið, ið stendur fyri Rosebank útbyggingini, tá hann vitjaði í Aberdeen herfyri.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi her saman við stjóranum í Adura, Neil McCulloch, undir vitjan í Aberdeen herfyri. Adura er felagið, sum eigur umstríddu oljukelduna Rosebank við markið. Mynd Jan Müller
Eitt av endamálununum við vitjanini var bæði at kunna um møguleikarnar at veita tænastur í Føroyum eins og at skapa áhuga fyri oljuleiting her. Somuleiðis at lata upp fyri framtíðar samstarvi millum føroyska veitaravinnu og ta bretsku í kjalarvørrinum á eini møguligari komandi góðkenning av Rosebank.
Jacob Vestergaard, sum undir vitjan síni gjørdi greitt, at landsstýrið stuðlar royndunum hjá bretskari vinnu at kunna fara undir framleiðslu við markið, hevur eisini alment gjørt vart við, at Rosebank er meira enn bara Rosebank. Tí góðkenning av framleiðslu á hesi kelduni fer at seta ringar í sjógvin í øllum økinum millum Føroyar og Hetland, sum verður rópt Atlantsmótið. Tað er tí greitt, at komandi dagarnir fara at vera rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá eini heilari vinnu í Bretlandi eins og her eisini møguleikarnar hjá føroyskari vinnu. Heldur ikki skulu vit gloyma ætlanir at gera Føroyar til ein útgerðarmiðdepil í Norðuratlantshavi.
Fleiri olju- og gasskeldur á Atlantsmótinum eru klárar til at fara undir útbygging, men bíða eftir eini avgerð í Rosebank málinum.
Fleiri oljufeløg bíða eftir avgerð
Tað er so ikki bert felagið Adura, sum bíðar í spenningi eftir eini avgerð. Tað gera eisini øll hini orkufeløgini, sum eiga keldur og loyvi á Atlantsmótinum. Teirra millum eru BP, Serica Energy og Ithaca Energy. Øll feløg, sum Jacob Vestergaard møtti undir síni Skotlandsferð herfyri. Hesi feløgini, sum hava í hyggju at gera stórar íløgur á Atlantsmótinum, bíða eftir avgerðini um Rosebank. Støðan er tann sama fyri feløg í Norðsjónum, har gasskeldan Jackdaw bíðar eftir góðkenning.
Grønt ljós til Rosebank fer at skunda undir og seta í gongd eina røð av útbyggingum á olju- og gassleiðum eystan fyri Føroyar so sum Cambo, Tornado, Suilven, Clair South, Glendronach fyri bert at nevna nakrar, har tær flestu liggja tætt við føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald