Seinastu dagarnar hava flogfør úr Saudi Arabia gjørt álop á støðir hjá Houitirørsluni í Yemen og hava tey fingið oljuprísin at fara upp um 110 dollarar fyri tunnuna. Hetta er fyrstu ferð síðani í mai, at stríðið í Miðeystri er harnað so mikið nógv, at tað hevur fingið oljuprísin at hækka so nógv. Prísurin á diesel og bensini er eisini hækkaður nógv.
Seinastu álopini á oljukervið í Ruslandi hava eisini ávirkað støðuna á marknaðinum. Seinast hevur amerikanski forsetin steðgað eini lóg, sum skuldi seta revsitiltøk í gildi móti Ruslandi. Oljuprísurin er hækkaður við meira enn 75% í ár eftir, at kríggj tók seg upp í Miðeystri millum USA og Iran.
Amerikanski forsetin hevur eisini roynt at brúka av eykagoymslunum til tess at fáa prísin at lækka undan miðvalunum í november. Heldur ikki tað hevur vent gongdini í oljuprísinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald