Tað er ikki bert í Føroyum, at royndir verða gjørdar við framtíðar orkuframleiðslu frá sjóvarfallinum. Ymsa staðni í heiminum verða tað framhaldandi gjørdar kanningar og granskað í hesi orkuframleiðsluni. Og ein teirra er í okkara næsta grannalag, Orknoyggjum. Har hava tey í mong ár roynt at menna eina skipan, har til ber at fáa streym burtur úr sjóvarfallinum. Hesar royndir eru nú við eitt vegamót og hevur Evropanevndin í ES júst góðkent víðari menning av sjóvarfalsorkuverkætlanini hjá felagnum Orbital Marine. Hetta skrivar Energy Voice.
Nú Evropanevndin hevur givið grønt ljós til verkætlanina letur tað upp fyri at fara undir 1. byggistig, sum fevnir um fýra turbinur.
Oliver Wragg, menningarstjóri hjá Orbital Marine Power sigur sambært Energy Voice:
-At Evropanevndin nú hevur givið grønt ljós til EURO-TIDES er ein týðandi álitisváttan bæði til tøknina hjá Orbital og til, at sjóvarfalsorka er búgvin til at fara inn í næsta stigið í vinnuligu menningini.
Evropanevndin valdi longu í 2023 at lata fígging til EURO-TIDES-verkætlanina úr Horizon Europe-skipanini.
Orbital Marine sigur sambært Energy Voice, at fyritøkan, treytað av at núverandi íløguumfar verður fullført, ætlar at seta turbinurnar upp á staðnum í seinasta lagi í 2028.
![]()
EURO-TIDES fer at brúka tríggjar av nýggju O2-X-turbinunum hjá Orbital og eina O2-turbinu, sum longu hevur prógvað sítt virði við strondina á Orknoyggjum.
Sjóvarfalsorkulundin verður sett upp hjá European Marine Energy Centre (EMEC) á Orknoyggjum.
-Eftir at hava roynt og prógvað O2-turbinuna við góðum úrsliti taka vit nú næsta stóra stigið. Vit skulu vísa, at turbinurnar kunnu virka saman sum ein samanhangandi eind í vinnuligum skala,“ leggur Wragg afturat.
-Hetta er ein søgulig løta hjá Orbital og ein týðandi varði fyri alla sjóvarfalsorkuvinnuna, nú Evropa flytur seg frá at prógva einstøk tól til at seta upp sjóvarfalsorkulundir við fleiri turbinum.
EURO-TIDES-verkætlanin verður framd av Orbital saman við verkætlanarfeløgunum EMEC, Center for Wind Power Drives, RWTH Aachen, Énergie de la Lune, ENGIE Laborelec, MaraSoft, Ocean Energy Europe og University of Edinburgh.
Rémi Gruet, stjóri í Ocean Energy Europe:
-Góðkenningin frá Evropanevndini til EURO-TIDES er nógv meira enn ein varði í eini verkætlan – tað er eitt týðandi stig á leiðini móti vinnuligari nýtslu av sjóvarfalsorku í Evropa.
Tað váttar, at vinnan er farin út um royndarstigið og nú flytur seg yvir í ídnaðarliga framleiðslu og uppseting. Hetta ger tað meira veruligt, at sjóvarfalsorkulundir í vinnuligum skala kunnu gerast veruleiki.
Stjórin í Ocean Energy Europe heldur, at nýggja menningin vísir, hvussu almennar íløgur í Evropa kunnu flyta okkum frá nýskapan til veruliga ídnaðarmenning.
O2-sjóvarfallsturbina ment av Orbital Marine Power. © Mynd: Orbital Marine Power
-Sjóvarfalsorka er búgvin at vera við til at røkka málunum í evropeiska grøna sáttmálanum og málsetningunum hjá Evropa um veðurlagsneutralitet. Tað kann hon gera við at veita lokalt framleidda varandi orku, sum styrkir orkutrygdina og er eitt ískoyti til vind- og sólarorku, leggur Gruet afturat.
Næsta avbjóðingin hjá vinnuni er at menna verkætlanir sum EURO-TIDES til eina røð av vinnuligum átøkum at seta upp sjóvarfalslundir kring Evropa.
-Við røttu karmunum fyri marknaðin og framhaldandi politiskum stuðli kann Evropa varðveita støðuna sum leiðandi økið innan sjóvarfalsorku. Hetta kann skapa búskaparvøkstur, styrkja ídnaðarligu leiðslustøðuna og veita evropearum reina og trygga orku, sigur stjórin í Ocean Energy Europe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald