Amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir ikki at gera nakað, sum kann reka russar burtur frá samráðingarborðinum.
– Mín avgerð viðvíkjandi Russlandi er einføld. Eg eri í holt við friðarsamráðingar í krígnum millum Russland og Ukraina og ynski ikki at gera nakað ov djarvt, sum kann reka Russland burtur frá samráðingarborðinum, skrivar hann á Truth Social.
Fríggjadagin tók Trump avgerð um, at revsitiltøkini móti Russlandi, sum skuldu koma í gildi farna vikuskifti, ikki verða sett í gildi kortini. Herfyri gjørdi Trump eisini avtalu við Russland um keyp av diesel.
Les eisini: Rubio: Bíða við revsitiltøkunum í 60 dagar
Á Truth Social finst Trump eisini at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj fyri ukrainsk álop á russisk oljureinsiverk.
– Men Russland sendir kortini milliónir av dieseltunnum út í heimin til ein lágan prís, leggur amerikanski forsetin afturat.
Trump skrivar um ukrainska forsetan, at hann ikki vil hava ein enda á krígnum við Russland, og hevur hann sikkurt ongantíð ynskt viljað tað.
Greinarar meta, sambært Ritzau, at tað verður ikki leingi, at nýggja dieselavtalan fer at merkjast hjá amerikanarum. Trump hevur eisini verið fyri atfinningum fyri bert at gera avtaluna, tí hon er til hansara fyrimun undan miðskeiðsvalinum í USA 3. november, har umboð til Senatið og Umboðsmannatingið skulu veljast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald