Uttanlands

Basaltøki kunnu lata hurðar upp til framtíðina

Nýggjar seismiskar og elektromagnetiskar tøkniloysnir vekja aftur áhugan fyri leiting í Norskahavinum, har basaltløg higartil hava hildið oljufeløgini burtur.

Verður hetta framtíðin á basaltøkjunum í Norskahavinum?

Verður hetta framtíðin á basaltøkjunum í Norskahavinum?

2026-10-24 19:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú eru oljufeløg sum Equinor, Aker BP og onnur feløg  í vinnuni farin undir  at kanna møguleikarnar fyri at finna olju og gass úti á Vøring og Møre bassengunum í útjaðaranum á Norskahavinum vestur móti føroyska markinum.

Útlendskir miðlar so sum Oilprice eru farnir at vísa tíðindunum um olju og gass undir basaltfláum í Norskahavinum ans. Miðilin skrivar, at nýggj fund í hesum higartil lítið kenda økinum kunnu hjálpa til at viga upp ímóti minkandi norsku framleiðsluni eftir 2030 og harvið styrkja orkutrygdina í Evropa uppá longri sikt.

[object Object]

[object Object]


Meira enn tríati ár eftir, at Noreg lat partar av Norskahavinum upp fyri olju- og gassleiting, kann  týðandi olju- og gasstilfeingi framvegis fjala seg undir tjúkkum jarðløgum av gosgrýti. Nú kunnu framstig innan leitingartøkni og endurnýggjaður áhugi frá vinnuni aftur seta eitt av teimum minst kannaðu havøkjunum í Evropa í brennidepilin skrivar Oilprice víðari og staðfestir, at meðan túsundtals brunnar eru boraðir í Norðsjónum, í Norskahavinum og í Barentshavinum, hevur eingin boring av týdningi verið seinastu 30 árini longur til havs - á djúpum vatni - vestarliga í Norskahavinum.

[object Object]

Tí eru stórir partar av vestara Norskahavinum framvegis lítið kannaðir, hóast oljuvirksemi hevur verið á øðrum pørtum av norska landgrunninum í fleiri áratíggju.

Nýggja tilfeingisfrágreiðingin hjá norskum myndugleikum fyri 2026 vísir á, at betri myndatøka við seismikki av undirgrundini kann verða ein drívmegi fyri nýggjari leiting í hesum økjum. Tað bendir á, at tøknilig framstig við tíðini kunnu gera økini til nøkur av teimum mest áhugaverdu leitingarøkjunum í Evropa skrivar Oilprice. 

Møguleikarnir eru tó framvegis sera óvissir, tí jarðfrøðiliga vitanin er ikki nóg mikið og nóg góð  til at gera álítandi metingar av, hvussu stórt tilfeingi finst har. 

[object Object]


Noreg stendur framman fyri vaksandi avbjóðing at endurnýggja tilfeingið

Endurnýggjaði leitingaráhugin kemur á einum avgerandi tíðarskeiði fyri norsku olju- og gassvinnuna.

Norskir myndugleikar  hava nevniliga ávarað um, at framleiðslan á norska landgrunninum kann minka munandi eftir 2030, um nýggj fund og menningarverkætlanir ikki viga upp ímóti minkandi framleiðsluni frá eldri olju- og gassfeltum.

Hóast Noreg framvegis er ein stórur framleiðari av olju og gassi til havs, hevur leitingin í vaksandi mun snúð seg um smærri fund nærhendis verandi undirstøðukervi. Slík fund kunnu geva lutfalsliga lágar kostnaðir og stytri menningartíð, men tey eru kanska ikki nóg mikið til at varðveita framleiðsluna upp á longri sikt.

Vestari parturin av Norskahavinum umboðar ein annan møguleika skrivar Oilprice og heldur fram: 

-Í staðin fyri bert at leingja um livitíðina hjá verandi olju- og gassfeltum kann væleydnað leiting undir basaltfláum møguliga vera grundarlag undir heilt nýggjum framleiðsluøkjum.

Slík fund fara ikki at loysa trupulleikan við minkandi framleiðslu beinanvegin, men tey kunnu økja um norska tilfeingið upp á longri sikt. Enn er tó óvist, hvussu stórir møguleikarnir eru, og um teir kunnu gagnnýtast við vinningi.

Hetta málið snýr seg eisini um, hvussu leiting í Barentshavinum fer at eydnast og í hvønn mun møgulig mótstøða frá ES kann ávirka leitingina í arktiska økinum. Her kunnu so møguleikar í Norskahavinum, har basalt fjalir møguligar olju- og gassgoymslur, troytast og gerast eitt alternativ. 

[object Object]

Orkutrygdin í Evropa gevur málinum enn størri týdning

Útlitini fyri leiting í Noregi hava eisini týdning fyri orkutrygdina í Evropa. Tí hava Barentshavið og Arktis eisini verið nevnd sum grundarlag undir framtíðar orkutrygdini í Evropa. 

Eftir ta ógvusligu minkingina í russiskum gassveitingum gjøgnum leiðingar er Noreg vorðið størsti veitari av gassi gjøgnum leiðingar til Evropa.

Skal Noreg varðveita hesa støðu næstu áratíggjuni, krevst framhaldandi íløga, betri úrtøka úr verandi feltum og nýggj fund.

Møguligar olju- og gassgoymslur undir basaltfláunum í Norskahavinum kunnu við tíðini gerast ein partur av hesum veitingargrundarlagnum, hóast tað helst fer at taka nógv ár at menna eina møguliga framleiðslu.

Áðrenn møgulig fund kunnu fara í framleiðslu, krevjast leitingarboringar, nærri kanningar av goymslunum, menning av undirstøðukervi og neyðug loyvi frá myndugleikunum.

Kortini vísir endurnýggjaði áhugin eina breiðari broyting í leitingarútlitunum hjá Noregi.

Eftir meira enn fimm áratíggju við oljuframleiðslu til havs kann ein partur av teimum enn óroyndu tilfeingismøguleikunum hjá landinum liggja ikki bara á størri dýpi ella fjarskotnum leitingarøkjum, men eisini undir jarðfrøðiligum fláum, sum vanlig leitingartøkni higartil hevur havt trupult við at koma ígjøgnum.

Um olja og gass, sum kunnu vinnast við vinningi, finnast undir basaltinum, er framvegis ein opin spurningur.

Men nú tøkniligu forðingarnar spakuliga verða bjóðaðar av, kann eitt av minst kannaðu havøkjunum hjá Noregi loksins fáa tann áhugan, sum skal til fyri at finna svarið skrivar Oilprice.

Føroyska basaltið

Hyggja vit longur vestureftir móti Føroyum, so finst basalt á einum stórum  parti av landgrunninum. Hetta basaltið hevur higartil verið ein stór avbjóðing og forðing fyri at kunna "síggja", hvat finst í undirgrundini undir basaltinum. Tað hevur sum vera man verið ein av størstu forðingunum fyri, at tað ikki hevur eydnast at koma fram at oljutilfeingi í føroysku undirgrundini. Spurningurin er so, um vaksandi áhugi at fara undir at leita í norskum basaltøki í grannalagnum kann fáa týdning fyri Føroyar eisini  og øvugt. 


 Keldur: Sokkeldirektoratet, Oilprice, Stavanger Aftenblad

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder