Uttanlands

Skotska stjórnin broytir kós í orkupolitikkinum

Fer eftir øllum at døma at ganga burtur frá síni mótstøðu til nýggjar olju- og gassleiðir.

2026-10-23 14:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir í mong ár at hava verið í andstøðu til nýggjar oljuleiðir, fer SNP flokkurin, sum stendur á odda í skotsku stjórnini nú helst at taka undir við nýggjum olju- og gassvirksemi.  

Tveir av teimum ovastu limunum í skotsku stjórnini - sum fingu loyvi at vera dulnevndir fyri at kunna úttala seg um eina strategi, ið enn ikki er klár til kunngera - søgdu við tíðindastovuna POLITICO, at stjórnin fer at endurskoða orkuætlanir sínar og leggja seg á eina meira jaliga kós mótvegis olju- og gassleiting. Tað skriva skotskir miðlar m.a. Energy Voice. 

Kanningar av, hvørt verkætlaninar eru sambæriligar við veðurlagsmálini hjá  stjórnini, verða framvegis gjørdar, men Skotland fer ikki longur at taka støði í einari mótstøðu móti nýggjum olju- og gassverkætlanum. Hetta er ein stór broyting í orkupolitikkinum hjá skotsku stjórnini.

Skotska stjórnin — sum SNP hevur staðið á odda fyri síðani 2007 — legði í 2023 fram eitt uppskot til orkustrategi, har hon segði seg hava eina grundleggjandi støðu ímóti nýggjum olju- og gassleiðum í Norðsjónum.

Uppskotið til strategi er síðani vorðið ótíðarhóskandi segði ein høgtstandandi embætismaður í skotsku stjórnini sambært Politico.  Hann segði, at ein nýggj strategi, sum væntandi verður løgd fram um eina tíð, fer ikki at ganga ímóti olju- og gassvirksemi. Nýggja strategiin fer harafturímóti at "endurspegla heimin, sum hann er“.

Broytingin í politikkinum kemur samstundis, sum roknað verður við, at bretska stjórnin longu í næstu viku fer at geva grønt ljós til gassfeltið Jackdaw.

Skotska stjórnin hevur sum er lítla ella onga ávirkan á, um nýggj loyvi verða givin til verkætlanir sum Jackdaw ella oljufeltið Rosebank — har ein avgerð verður væntað í einum øðrum umfari og seinni — men hon hevur ein týdningarmiklan symbolskan leiklut og kann leggja trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa hana at góðkenna loyvini.

SNP-politikarar á landsfundinum hjá flokkinum í Aberdeen herfyri viðgingu í trúnaði, at støðan hjá flokkinum til Jackdaw hevur skaðað flokkin verður hugsað um støðuna hjá floksins veljarum. 

Á landsfundinum  samtykti flokkurin eina yvirlýsing, har tað varð sagt, at  "nýtsla av innlendis framleiðslu“ av olju og gassi  "greitt er at raðfesta framum innflutning“. Hetta verður  tulkað sum eina broyting í støðuni hjá SNP - sum heilt fram til 2024 var við í samgongu við teimum grønu, ið hava verið ímóti øllum nýggjum oljuvirksemi. 

Á sumri í ár tapti SNP eitt týðandi eykaval til skotska tingið í Aberdeen fyri teimum oljuleitingarvinarligu konservativu. Har var boðskapurin hjá flokkinum um Norðsjógvin eitt høvuðsevni.

Fyri stuttum varð eisini gjørd veljarakanning í Skotlandi um tær báðar olju- og gassleiðirnar Rosebank og Jackdaw. Stórur meiriluti var millum skotar at geva keldunum grønt ljós. 55% atkvøddu fyri og 19% ímóti. Taka vit so Rosebank einsamalt var undirtøkan 65%. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder