Bretska stjórnin er komin í eina melduródn, nú eitt orkufelag fyri og annað eftir, ger greitt, at tey fara at flyta sínar framtíðar íløgur úr Bretlandi til onnur lond. Seinasta felagið í røðini er Ithaca Energy, sum eigur lut í risastóru oljukelduni Rosebank tætt við føroyska markið. Haraftrat eigur felagið tvær keldur, sum liggja uppaftur nærri føroyska markinum, Cambo og Tornado.
![]()
Yaniv Friedman, nevndarformaður í felagnum sigur sambært bretskum miðlum eitt nú Financial Times og Energy Voice, at Ithaca ætlar at fara undir sjey aðrar verkætlanir í bretskum sjógvi eftir Rosebank, og tí hevur tað alstóran týdning fyri felagið, at bretska stjórnin góðkennir útbyggingina av Rosebank kelduni við føroyska markið. Ithaca er partur av hesi kelduni saman við Equinor og Shell, sum hava stovnað nýggja orkufelagið Adura.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevði høvi til at hitta ovasta stjóran í bretska orkufelagnum Ithaca, (uttast til høgru) tá hann vitjaði í Aberdeen herfyri. Í miðjuni stjórin í Serica Energy, sum herfyri keypti upp ognirnar hjá franska oljufelagnum Total eystan fyri Føroyar. Bæði feløgini raðfesta økið við Føroyar. (Mynd Jan Müller)
Yaniv Friedman, nevndarformaður og eisini dagligur leiðari í Ithaca Energy, sum er virðismett til 5 milliardir pund, finst eisini at mótstøðuni ímóti nýggjum olju-og gassverkætlanum í Norðsjónum. Hann heldur, at mótmælisfólk heldur áttu at lagt dent á at minka um oljunýtsluna enn at forða fyri framleiðslu innanlands.
-Steðgið við at koyra bil, steðgið við at fara til Barcelona um vikuskiftini. Steðgið við at bíleggja frá Amazon. Gerið nakað við eftirspurningin, sigur hann.
Í samrøðu við Financial Times sigur Friedman, at Ithaca ynskir at fara undir útbygging av Rosebank kelduni, sum er tann størsta, ið enn ikki er farin undir framleiðslu. Hon goymir meira enn 300 mió. tunnur av olju.
-Vit vilja gera íløgur í Norðsjónum. Vit dylja ikki ætlanir okkara. Men vit hava tørv á hóskandi stuðuli frá myndugleikunum og politisku skipanini, sigur hann
Men av tí at góðkenningin av verkætlanini, sum kostar nærum 4 milliardir dollarar, er seinkað vegna umhvørvisstúran, kappast íløgurnar í Bretlandi nú við aðrar møguleikar í Kanada. Hetta hendir eftir, at Ithaca fyrr í hesum mánaðinum gjørdi sína fyrsta íløguavtalu uttan fyri Norðsjógvin, nevniliga í New Foundlandi og Labrador.
Spurdur, um felagið fer at gera fleiri íløgur í Bretlandi, um bretska stjórnin vrakar Rosebank, svarar hann, at tað høvdu tey neyvan.
Ávaringin minnir um nýligu útsagnirnar hjá Anders Opedal, stjóranum í norska orkufelagnum Equinor, sum eisini hevur gjørt íløgur í Rosebank. Hann segði herfyri við bretskar miðlar, at Equinor mátti umhugsa, um Bretland framvegis er eitt land, har tað loysir seg at gera íløgur, um Rosebank verkætlanin verður steðgað.
Ithaca, sum í síðsta mánaði varð upptikið í FTSE 100-vísitalið yvir størstu fyritøkurnar í Bretlandi, hevur bygt upp eina ognarskrá gjøgnum keyp av øðrum feløgum og ognum. Millum annað keypti felagið í 2022 partar í tveimum av størstu ikki útbygdu oljufeltunum í Bretlandi, Rosebank og Cambo.
Felagið, har ísraelska Delek-samtakið eigur meirilutan, legði í 2024 saman við bretska virkseminum hjá italska orkufelagnum Eni og gjørdist harvið ein týðandi aktørur í Norðsjónum. Luciano Vasques, fyrrverandi leiðarin fyri bretska virksemið hjá Eni, sum seinni gjørdist stjóri í Ithaca, fer frá næsta ár upplýsti felagið fríggjadagin.
Rosebank varð góðkent í 2023, men ein skotskur dómstólur ógildaði góðkenningina í fjør, tí umhvørvismetingin ikki hevði tikið hædd fyri útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum verkætlanin fór at elva til.
Ithaca eigur 20 prosent av verkætlanini saman við felagnum Adura, sum er eitt samstarv millum Shell og Equinor. Nú verður bíðað eftir nýggjari góðkenning frá stjórnini. Stórur partur av undirstøðukervinum er longu uppsettur, og Ithaca væntar at kunna byrja framleiðsluna fyrra hálvár næsta ár.
Framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank liggur longu fyri akkerð eystan fyri Føroyar og skal eftir ætlan fara undir framleiðsluna tíðliga í 2027.
-Eg vænti, at tað kann henda nær sum helst, sigur Friedman um góðkenningina. -Stjórnin má gera tað rætta, og tað rætta í hesum føri er at góðkenna verkætlanina skjótast gjørligt. Tað hevur tikið alt ov langa tíð fyri nakað, sum í veruleikanum átti at verið vanligur framferðarháttur.
Financial Times skrivaði í síðsta mánaði, at gassfeltið Jackdaw, eystan fyri Aberdeen, sum eisini verður rikið av Adura, skjótt fór at fáa grønt ljós. Men eingin avgerð er enn tikin um Rosebank. Miatta Fahnbulleh, sum tók við sum bretskur orkumálaráðharri í juli, hevur sagt, at hon “hyggur at øllum prógvunum“.
-Slíkar verkætlanir eiga ikki at verða politiseraðar,“ sigur Friedman við Financial Times. -Bretland hevur eitt sera álítandi umhvørvis- og lógarregluverk, sum er í heimsflokki.Tað eru strangar treytir, sum skulu lúkast. Myndugleikarnir sendu okkum aftur til tekniborðið, og vit komu aftur við loysnum. Tí haldi eg, at nú er helst tíð uppá, at hetta verður avgreitt. Eisini Energy Voice endurgevur Friedman í seinastu útgávu síni í morgun.
Boripallurin Deepsea Atlantic, sum í løtuni borar á Rosebank kelduni eystan fyri markið.
Samtíðis samtykti Ithaca fyrr í hesum mánaðinum at keypa ognarpartar í trimum kanadiskum oljuverkætlanum á opnum havi frá Suncor fyri upp til 1,1 milliard dollarar. Hetta er fyrsta víðkanin hjá felagnum uttan fyri Norðsjógvin.
Friedman sigur, at ætlanin hevur verið á skránni í fleiri ár, óheft av bretska orkupolitikkinum, men at hon fer at geva Ithaca fleiri møguleikar at velja ímillum, tá ið íløgur skuldu gerast.
-Tá ið tú hevur fleiri møguleikar á matarlepanum, sum kunnu kappast um íløgupeningin í felagnum, er tað gott at hava slíkt val. Vit fara nú gjølla at kanna verkætlaninar, sum vit hava her og møguleikarnar, sum vit hava í Kanada.
Friedman vísir eisini á, at olja úr bæði Bretlandi og Kanada hevur eitt eyka virði, tí hon ikki er eins nógv útsett fyri geopolitiskum váða.
Friedman lýsir í samrøðuni við Financial Times eisini eitt annað oljufelt, Cambo, sum Ithaca enn ikki hevur tikið endaliga íløguavgerð um, sum eina týðandi íløgu fyri orkutrygdina í Bretlandi.
Ithaca Energy er partur av báðum teimum stóru olju- og gasskeldunum eystan fyri føroyska markið, Cambo og Rosebank umframt fleiri aðrum í sama øki.
Mett verður, at Cambo kann innihalda umleið 170 milliónir tunnur av olju, sum kunnu takast upp, men verkætlanin krevur íløgur upp á fleiri milliardir pund. Shell tók seg úr verkætlanini í 2021 eftir trýst frá veðurlagsaktivistum og læt Ithaca eftir sum einasta eigara.
Nakað soleiðis fer komandi framleiðsluskipið á Cambo leiðini við Føroyar at síggja út.
-Cambo er ein avgerandi verkætlan fyri Bretland, og eg eri ikki vísur í, at almenningurin skilir hetta til fulnar,“ sigur Friedman. Hann vísir á, at Bretland framvegis fer at hava tørv á olju, helst framleidd innanlands, samstundis sum landið leggur um til grøna orku.
Friedman vísir á, at Ithaca hevur fíggjarliga og rakstrarliga orku til fleiri keyp av øðrum feløgum og ognum.
Financial Times skrivaði í juni, at Ithaca hevði havt samráðingar um at keypa Norðsjóvar virksemið hjá BP. Oljurisin roynir at selja hetta virksemið fyri meira enn 2 milliardir pund. Men har vera eisini fleiri aðrir um boðið.
Friedman vil ikki gera viðmerkingar til tilgongdina, men sigur, at felagið hevur førleikað seg til at fara undir enn eina stóra keypsavtalu.
-Kanada-avtalan økir um skuldarbyrðuna hjá okkum í løtuni, men vit hava framvegis fíggjarligt rásarúm til fleiri keyp,“ sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald