Hetta vóru nøkur av høvuðsevnunum og niðurstøðunum, tá 30 luttakarar úr oyggja- og útjaðarsamfeløgum hittust í Føroyum í september til árliga seminarið hjá "Net Zero Islands Network”, sum Nordisk Energiforskning, stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, skipaði fyri. Føroyski orkuportalurin, orkan.fo fylgdi seminarinum.
Í tveir dagar deildu luttakararnir royndir úr smærri, avbyrgdum orkuskipanum og frá størri orkuverkætlanum í útjaðaraøkjum. Hóast umstøðurnar eru ymiskar, standa nógv av teimum framman fyri líknandi avbjóðingum, tá ið tað snýr seg um orkutrygd, undirstøðukervi og leiklutin hjá staðbundnum samfeløgum í grøna orkuskiftinum.
![]()
At minka um bundinskapin av innfluttum brennievni
Hjá oyggjum og fjarskotnum samfeløgum kann ein minking í nýtsluni av fossilum brennievni eisini minka um váðan fyri veitingarsteðgum og sveiggjum í brennievnisprísum. Hetta hevur serliga stóran týdning fyri avbyrgdar orkuskipanir, sum ikki eru knýttar at størri elnetum, so sum í Føroyum og Grønlandi, og í útjaðaraøkjum, til dømis í Kanada.
Meiri staðbundin, varandi orka kann tískil bæði stuðla undir minkingina av kolvetnisnýtslu og styrkja orkutrygdina. Men hóast framleiðslan av varandi orku økist, er framvegis tørvur á eykaveiting og trygdarskipanum. Orkugoymslur og goymslur av brennievni hava framvegis stóran týdning, tá ið orkuskipanir skulu virka álítandi undir skiftandi umstøðum, og tá ið órógv kemur í veitingina.
Tað kann vera torført at finna røttu javnvágina í oyggjum og útjaðaraøkjum. Battarískipanir kunnu til dømis skapa størri smidleika, men krevja ofta stórar íløgur og hava avmarkaða livitíð. Tó mennist tøknin skjótt, samstundis sum kostnaðurin støðugt lækkar. Luttakararnir umrøddu, hvat henda menning kann merkja fyri sniðgevingina av framtíðar orkuskipanum, og hvussu meiri varandi orka kann verða tikin í nýtslu, samstundis sum tryggjað verður, at skipaninar eru burðardyggar, mótstøðuførar og fíggjarliga atkomuligar yvir tíð.
Í verki kann hetta merkja, at fleiri orkukeldur verða sameindar, eitt nú sólorka, vindorka, vatnorka og sjóvarfalsorka, saman við battarískipanum og eykaveiting, til dømis frá dieselgeneratorum. Við at stuðla hvørjari aðrari kunnu hesar ymisku tøkniloysnirnar vera við til at skapa eina meira mótstøðuføra orkuskipan, sum er minni bundin at einari einstakari orkukeldu.
![]()
Undirstøðukervið er framvegis ein fløskuhálsur
Luttakararnir vístu á, at gomul elnet, avmarkað flutningsorka, tørvur á orkugoymslum og kostnaðarmiklar dagføringar kunnu seinka orkuskiftinum. Samstundis kunnu avbyrgdar orkuskipanir hava fáar aðrar møguleikar, tá ið undirstøðukervið svíkur.
At byggja upp mótstøðuføri krevur tí íløgur, ikki bara í nýggja orkuframleiðslu, men eisini í undirstøðukervið, sum skal stuðla undir framleiðsluna og tryggja neyðuga eykaveiting.
Niels Erik Hagelqvist frá grønlendska elveitaranum Nukissiorfiit legði dent á týdningin av nøktandi fígging fyri at byggja og viðlíkahalda eina álítandi og trygga orkuskipan í avbyrgdum oyggjasamfeløgum.
– Vit hava tørv á peningi til ítøkiliga útgerð og verkætlanir. Tað merkir, at vit hava tørv á fígging, so vit kunnu byggja orkuverkini, endurnýggja tey og fremja grøna orkuskiftið, segði Niels Erik Hagelqvist, tøkniligur serfrøðiligur ráðgevi hjá Nukissiorfiit, sum er einasti elveitari í Grønlandi.
Luttakararnir fingu eisini høvi at síggja nakrar av hesum loysnunum innan orkuundirstøðukervið við vitjanum í og kring Klaksvík. Millum vitjanarstøðini vóru vatnorkuverkið við Strond, framleiðsluumstøðurnar hjá Bakkafrost á Strond og biogassverkið hjá Førka.
![]()
Luttakararnir vitjaðu millum annað Förka biogassverkið uttan fyri Havnina fyri at síggja, hvussu ídnaðarligar og landbúnaðarligar leivdir verða nýttar í Føroyum til at framleiða ravmagn og tøð til staðbundnar bøndur.
![]()
![]()
![]()
![]()
Hvør fær ágóðan av orkuskiftinum?
Klaus Skytte, stjóri í Nordisk Energiforskning undir seminarinum í Havn.
“Grøna orkuskiftið snýr seg ikki bara um tøkni. Tað snýr seg eisini um fólk, stovnar, ognarviðurskifti, mótstøðuføri – og álit.“
Soleiðis tók Klaus Skytte, stjóri í Nordic Energy Research, samanum, tá ið hann setti seminarið og minti á, at orkuverkætlanir krevja meira enn tøkniligar loysnir.
Gjøgnum seminarið løgdu luttakararnir ferð eftir ferð dent á týdningin av at hava staðbundnu samfeløgini við í tilgongdini og tryggja, at tey fáa ítøkiligar fyrimunir av nýggjum orkuíløgum.
Í smáum samfeløgum og útjaðarasamfeløgum er orka tætt knýtt at størri spurningum um, hvørt fólk hava ráð til at gjalda fyri hana, arbeiðsmøguleikar, bústaðir, samferðslu og staðbundnar tænastur. Álítandi og bílig orka kann ávirka bæði umstøðurnar hjá staðbundnum fyritøkum og møguleikarnar hjá samfeløgunum at varðveita íbúgvarnar.
Almenn undirtøka, staðbundin luttøka og atgongd til greiðar upplýsingar um orkuval verða tískil týðandi partar av orkuskiftinum. Sjálvt har umstøðurnar eru góðar fyri varandi orku, kunnu verkætlanir møta mótstøðu, um fólk ikki kenna seg sum part av tilgongdini ella ikki síggja, hvønn ágóða tey fáa av henni.
At læra av øðrum oyggjum og útjaðarsamfeløgum
Michael Ross, ið hevur eina útbúgving sum ídnaðarligur granskingarprofessari við Yukon University í Kanada legði dent á týdningin av at tryggja, at menning og innsetan av nýggjum orkuskipanum í Arktis geva staðbundnum samfeløgum ítøkiligar fyrimunir.
Eingin einstøk loysn finst á orkuskiftinum í oyggjum og útjaðarsamfeløgum. Landafrøði, tilfeingi og undirstøðukervi eru sera ymisk, men nógvar av grundavbjóðingunum eru tær somu.
Her kann Net Zero Islands Network gera mun varð víst á á seminarinum. Við at deila royndir – bæði um tað, sum hevur riggað, og tað, sum ikki hevur riggað – kunnu limirnir læra av loysnum, sum longu verða royndar aðrastaðni og meta um, hvussu tær kunnu tillagast teirra egnu umstøðum.
-Tú nýtist ikki at vera tann fyrsti, sum roynir nakað nýtt í Arktis – men tú eigur at vera skjótur at taka góðar loysnir til tín. Sjálv tilgongdin er ein partur av úrslitinum. Og Net zero snýr seg ikki bara um at vera sjálvbjargin við orku; tað snýr seg eisini um at styrkja førleikan hjá einum samfelag at standa á egnum beinum,“ segði Michael Ross, ið hevur eina útbúgving innan ídnaðarliga gransking við Yukon University í Norðurkanada.
![]()
Framtíðar orkuloysnir í Føroyum
Millum mongu framløgurnar á seminarinum var eisini ein frá Terja Nielsen á SEV. Hann nam m.a. við spurningin um at goyma orku og umrøddi her pumpuskipanina hjá Sev eins og battarískipanir hjá japonsku fyritøkuni Hitachi. Hann segði m.a., at við tí vitan vit hava í dag, so er minni munur millum hesar skipanir enn tað hevur verið mett um fyrr.
Hann metti sjálvur, at battarískipan heldur enn ein pumpuskipan í løtuni var meira áhugaverd. Hann kom eisini inn á spurningin um orku frá vindmyllum og nevndi her møguleikan við havvindmyllum kring Føroyar. Tær ella myllur á landi kunnu fáa týdning, um elkaðal verður lagdur millum Føroyar og grannarnar í Bretlandi. Her vísti hann m.a til møguleikan at leggja ein kaðal til Hetlands og møguliga til oljukeldur í økinum.
![]()
Enn ein av føroysku luttakarunum, Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni nam við eitt evni í føroyska orkukjakinum, ið hevur fingið ov lítla umrøðu, nevniliga orkugoymslur í sambandi við eina tilbúgving. Sí grein um hetta á orkan.fo
![]()
Net Zero Islands Network
Net Zero Islands Network savnar oyggjar og útjaðaraøki, sum arbeiða fram ímóti reinum, mótstøðuførum og kolevnisneutralum orkuskipanum. Netverkið er ein pallur, har limirnir kunnu deila ítøkiligar royndir, menna vitan og kanna møguleikar fyri samstarvi um orkuskipanir, ið hóska til oyggjar og útjaðarasamfeløg.
Limirnir hittast á hvørjum ári, og fundirnir skiftast um at vera á teimum ymisku luttakarastøðunum. Verturin vísir fram staðbundnar verkætlanir og átøk innan varandi orku, meðan luttakararnir deila royndir og umrøða felags avbjóðingar. Felags verkætlanir verða eisini mentar í netverkinum fyri at styrkja vitanardeilingina um orkuskipanir, sum longu eru tiknar í nýtslu, og nýggjar loysnir, sum eru í menning.
![]()
Nordic Energy Research røkir skrivstovufunktiónina hjá Net Zero Islands Network vegna Norðurlendska ráðharraráðið. Yvirskipaða endamálið er at stuðla arbeiðinum hjá netverkinum og tryggja, at tað er við til at fremja norðurlendsku visjónina 2030 og norðurlendsku samstarvsætlanina fyri orku 2025–2030.
Netverkið fevnir um Áland, Gotland, Bornholm, Samsø, Føroyar, Ísland, Svalbard og Grønland, umframt Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar í Skotlandi, Írland og kanadisku økini Nunavut, Northwest Territories og Yukon.
![]()
Kelda: Net Zero Islands Network seminar og Nordic Energy Research (Nordisk Energiforskning)
Myndir: Nordic Energy Research og Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald