Oljuprísurin er farin upp um 16 dollarar, tann hægsti síðani í mars mánaði. Eisini prísurin á gassi heldur fram at hækka og er tann hægsti í longri tíð. Tað eru framhaldandi álop serstakliga í Saudi Arabia, sum eru orsøkin eins og álop á tangaskip í Persiska Flógvanum.
Somuleiðis hava tíðindi um, at USA og Ísrael ætla at leypa á aftur Iran eftir miðvalini komandi fingið prísin á hækka eitt skifti við 10 dollararum fyri tunnuna.
Eygleiðarar bera sambært E24 ótta fyri, at prísurin kann fara at hækka enn meira, um ikki onkur diplomatisk loysn finst í Miðeystri. Goymslurnar serliga við gassi í Evropa eru farnar at minka munandi, nú veturin nærkast. Eisini tað hevur ávirkan á prísin.
![]()
Kelda E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald