Eitt av málunum, sum hevur fylt nógv og framvegis er ovast á breddanum í bretskum miðlum er Rosebank oljukeldan eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt stríð ella ósemju millum bretsku stjórnina og orkuvinnuna í Bretlandi, sum nú hevur vart í fleiri ár og sum nú helst gongur móti eini loysn, har stjórnin helst fer at góðkenna framleiðslu. Tó at hetta enn ikki er endaliga avgjørt, og gitingarnar eru nógvar um, hvat stjórnin fer at gera.
![]()
Frá heimasíðuni hjá BBC.
Vinnan saman við stórum parti av politisku skipinini vónar, at stjórnin gevur grønt ljós, eins og hon hevur í einum øðrum máli av sama slag, nevniliga góðkenning av gasskelduni Jackdaw í Norðsjónum. Nú hevur bretska stjónvarpsrásin BBC fingið atgongd til umstrídda skipið í Norðuratlantshavi, sum ætlanini skal liggja har komandi 25 árini.
Petrojarl Rosebank er eitt flótandi framleiðslu-, goymslu- og útskipingarskip (FPSO), sum liggur fyri akker á Rosebank-oljufeltinum 12 kilometrar frá føroyska markinum og harvið verður tann oljukeldan í bretskum øki, sum liggur næst Føroyum.
Fyrsti journalisturin vitjar umborð
Bretski journalisturin James Cook, sum oftani umrøður orkumál í skotska partinum hjá BBC, skrivar áhugaverda grein frá vitjan síni í hesum livandi “býnum” á havleiðunum við Føroyar á heimasíðuni hjá BBC m.a.:
“Tá vit lendu við tyrlu á Rosebank, var hetta oljufeltið ikki einans miðdepil í einum politiskum ódnarveðri – útlit var nevniliga eisini fyri einum veruligum ódnarveðri í hesum fjarskotna partinum av Norðuratlantshavi. Vit komu fram mikumorgun, bert nakrar fáar tímar eftir, at bretska stjórnin hevði givið loyvi til at framleiða gass úr Jackdaw-feltinum í Norðsjónum, eisini ein umstrídd orkukelda.
Men longu tá var áhugin farin at venda sær móti hesum avbyrgda og vindharða økinum í Norðuratlantshavi– næsta stóra avgerðin hjá orkumálaráðharranum Miatta Fahnbulleh.
Rosebank er størri enn Jackdaw, hevði elvt til størri útlát av vakstrarhúsgassi og kundi givið eigarunum, Adura og Ithaca, munandi størri vinning.
Í summar ferðaðist eg, saman við einum upptøkuliði, til Jackdaw, 150 míl eystan fyri Aberdeen. Nú vóru vit fyrstu journalistarnir, sum vitjaðu Rosebank.
Vit komu higar – nakrar dagar áðrenn ódnarveðrið Boelo kom við nógvum vindi og nógvum regni – fyri at kanna eina umstrídda verkætlan, sum er miðdepil í einum landsumfatandi kjaki um veðurlagsbroytingar, orkupolitikk og búskap.
Men vit vónaðu eisini at fáa eitt sjáldsamt innlit í lívið úti á havinum,” skrivar James Cook víðari.
122 fólk rigga til framleiðslu umborð á Petrojarl Rosebank
Skipið er leigað frá Aberdeen-fyritøkuni Altera av eigarunum av oljufeltinum, Adura (Shell og Equinor) og Ithaca Energy. Teir 48 tímarnar BBC journalisturin var umborð, ruggaði skipið støðugt, men spakuliga, í aldunum í Norðuratlantshavi.
Manningin telur 122, sum nú ger klárt til at kunna taka ímóti fyrstu oljuni á vári 2027. Til ta tíð er so vónin, at bretska stjórnin endaliga fer at góðkenna verkætlanina.
Verður framleiðslan góðkend, verður olja og gass pumpað upp gjøgnum snúningstornið frá brunnum á feltinum undir skipinum. Metingar siga, at feltið rúmar millum 300 og 500 milliónir tunnur av olju, nóg mikið til møguliga 25 ára framleiðslu.
Sambært BBC er Neil McCulloch, stjóri í Adura – sum eigur 80 prosent av Rosebank - bjartskygdur.
Hann vísir á, at Rosebank goymir ikki bara olju, men eisini gass, sum kann verða flutt í rørleiðingum til Hetlands og haðani víðari til St Fergus-terminalin í Aberdeenshire í Skotlandi. Við fullari framleiðslu kundi gassið hitað 500.000 bretsk heim.
Sambært McCulloch kann ein góðkenning av hesi verkætlanini eisini slóða fyri fýra øðrum gassverkætlanum vestanfyri Hetland. Tær eita Tornado, Tornado East,Tobermory og Suilven.
Ein avgerð, sum øll bíða eftir
Nú avgerðin hjá bretsku stjórnini nærkast hava keldur sagt við BBC News, at hon væntandi verður tikin fyri jól.
James Cook endar frásøgnina í BBC við at vísa til bretsku veðurstovuna, Met Office, sum kom við eini gulari veðurávaring, sum seinni varð hækkað til eina ávaring á orange stigi, fyri stóran part av Skotlandi.
"Hjá Rosebank tykist tí, at ódnir bíða fyri framman – sama hvør avgerðin verður."
Vestergaard vitjaði Adura í Aberdeen
Fyri nøkrum vikum síðani nýtti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard í sambandi við vitjan í Aberdeen høvi til at hitta stjóran í Adura, Neil McCulloch. Har vóru hann og stjórin á Jarðfeingi kunnaðir um stóru verkætlanina.
Landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri oljumálum ynskti Adura stjóranum góða eydnu víðari við stóru verkætlanini og vónaði, at bretska stjórnin fór at geva grønt ljós.
Hann vísti eisini oljustjóranum á møguleikarnar hjá felagnum at brúka føroyskar vørur og tænastur, nú oljuleiðin liggur so tætt við Føroyar. Neil McCulloch svaraði, at hann var sera áhugaður at kanna møguleikarnar fyri einum samstarvi við Føroyar, tá verkætlanin loksins kundi fara av bakkastokki.
Tað er annars samskifti millum eina føroyska fyritøku og Adura um ávísa veiting, tá og um framleiðslan fer í gongd.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður her saman við Niels Christian Nolsøe, stjóra á Jarðfeingi, tá teir vitjaðu ovastan í oljufelagnum Adura, Neil McCulloch í Aberdeen herfyri. Mynd Jan Müller
Orkan.fo fer í næstum at leggja út samrøðu vit høvdu við Neil McCulloch undir vitjan í Aberdeen, har hann m.a. greiðir frá mongu framtíðar ætlanunum hjá felagnum í økinum eystan fyri Føroyar og vestan fyri Hetland.
![]()
Kortið, sum er frá Adura, vísir mongu loyvini og økini á Atlansmótinum, sum felagið eigur og hevur áhuga fyri.
Kelda:
https://www.bbc.com/news/articles/cqy8ljkle97ro
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald