Hetta skrivar The Guardian í síni sunnudagsútgavu. Ósemja er komin til sjóndar í bretsku stjórnini um, hvørt loyvi skal gevast til oljuboring við Rosebank-oljukelduna. Tað nýggja í málinum er, at fíggjarmálaráðharrin, John Healey, tekur undir við umstríddu verkætlanini.
Í farnu viku visti blaðið at siga frá, at orkumálaráðharrin, Miatta Fahnbulleh, sum hevur endaligu ábyrgdina av avgerðini, helt seg hava hug at vraka verkætlanina, hetta eftir at hon hevði givið loyvi til ta minni gasskelduna Jackdaw í Norðsjónum.
Guardian hevur fingið upplýst, at mest týðandi ráðharrin í stjórnini nevniliga fíggjarmálaráðharrin er fyri, at loyvi verður givið til verkætlanina.
Fíggjarmálaráðharrin gav í síðstu viku tekin um sín stuðul, tá ið hann segði við sjónvarpsrásina ITV, at hann væntaði, at inntøkur frá olju og gassi fóru at verða settar í ein nýggjan orkuognargrunn. Hetta bendir á, at hann hugsar eisini um inntøkur frá Rosebank. Um ósemja verður um avgerðina, verður roknað við, at forsætisráðharrin Andy Burnham tekur endaligu avgerðina og gevur grønt ljós.
Forsætisráðharraskrivstovan á Downing Street 10 vildi sunnudagin ikki gera viðmerkingar, eftir at Mail on Sunday hevði skrivað, at Andy Burnham og Healey vóru samdir um at royna at fáa verkætlanina ígjøgnum. Skrivstovan segði, at málið var ábyrgdarøkið hjá orkumálaráðharranum.
Fahnbulleh hevur ábyrgdina av avgerðini, men sjónarmiðini hjá Burnham og Healey fara at hava týdning fyri, um verkætlanin verður framd ella ikki.
Hon segði við The Guardian, at grundgevingarnar fyri Jackdaw ikki vóru galdandi fyri Rosebank. Hon vísti á, at Bretland fer at vera bundið at gassi, meðan landið skiftir til eina orkuskipan við ongum nettoútláti av vakstrarhúsgassi, og at tað hevði verið betri at fingið gass úr lutfalsliga lágútlátandi keldum í Norðsjónum enn at innflyta tað.
![]()
"Onnur er ein gasskelda, sum veitir gass til heimamarknaðin, meðan hin er ein oljukelda, har oljan í høvuðsheitum verður útflutt. Tað er rætt, at vit meta hvørja umsókn fyri seg, og tað er avgerandi, at avgerðin er í samsvari við okkara veðurlagsskyldur, okkara kolevnisútlátsmørk og endamálið vit skulu røkka í orkuskiftinum.“
Verður Rosebank-oljukeldan vrakað, verður tað eitt bakkast fyri orkuvinnuna í Norðsjónum og ein stórur sigur hjá veðurlagsstríðsfólkið. Roknað verður við, at ein endalig avgerð verður tikin, áðrenn árið er runnið. Helst eftir at fíggjarlógin er samtykt.
Tingfólk úr Labour søgdu mikudagin, sambært Guardian, at stór mótstøða fór at taka seg upp í flokkinum, um Rosebank varð góðkent. Tó eru tey flestu til reiðar at góðtaka grundgevingarnar fyri, at Jackdaw var ein neyðugur partur av skiftinum til eina orkuskipan við ongum nettoútláti.
Tað verður sagt, at tingfólk hava umrøtt møguleikar fyri at noyða fram ella eggja til eina atkvøðugreiðslu í parlamentinum um Rosebank, um verkætlanin verður góðkend, soleiðis at mótstøðan kann koma til sjóndar.
Ein talsmaður fyri bretska orkumálaráðið, Department for Energy Security and Net Zero, segði:
„Vit gera ikki viðmerkingar til gitingar. Norðsjógvurin er framvegis ein týðandi tjóðarogn, og olja og gass fara at halda fram við at hava ein týdningarmiklan leiklut í orkuskipan okkara í fleiri áratíggju framyvir – samstundis sum vit leggja um til reina orku fyri at verja arbeiðspláss og basa veðurlagskreppuni.
Allar viðkomandi upplýsingar verða tiknar við í metingina av einari og hvørjari avgerð, herundir umhvørvismetingar og almennar viðmerkingar, sum eru komnar inn í hoyringartilgongdini.“
Fahnbulleh hevur lovað, at framtíðar inntøkur frá Norðsjónum skulu brúkast til grønar orkuverkætlanir gjøgnum ein orkuognargrunn. Í síðstu viku segði hon, at grunnurin skuldi fáa tvær milliardir pund á fíggjarlógini.
"Tá ið vit fáa skattainntøkur frá olju- og gassvinnuni, er tað rætt, at vit brúka tær til ta umlegging, sum er neyðug í orkugeiranum,“ segði hon og legði afturat, at pengarnir skuldu brúkast til varandi orkukeldur, kjarnorku og aðrar verkætlanir innan reina orku.
Hon kundi tó ikki siga nágreiniliga, hvørjar skattainntøkur skuldu flytast í grunnin, ella hvussu stórar inntøkur tær fóru at geva.
Fíggjarmálaráðharrin fer at greiða nærri frá hesum í fíggjarlógini,“ segði hon, sambært Guardian.
Keldur vilja annars vera við, at bæði fíggjarmálaráðharrin og forsætismálaráðharrin ætla, at inntøkur frá Rosebank skulu fara í komandi orkuognargrunn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald