Tað hevur leingi verið tørvur á eini goymslu til flúgvarabensin í Føroyum. Hesin tørvur er bara vorðin størri við vaksandi flogflutninginum millum Føroyar og útlandið. Tá orkufyritøkan Effo um árskifti 2027/2028 fer at taka í nýtslu stóru nýggju orkugoymsluna í Søldarfirði verður flúgvarabensin ein týðandi partur av verkætlanini. Tveir av teimum sjey tangunum, sum verða settir upp á havnaøkinum, koma at goyma flúgvarabensin. Hinir tangarnir eru til vanligu vørurnar, sum Effo selur til føroyskar brúkarar, tað veri seg gassolja, bensin og diesel. Men útbyggingin fevnir so eisini um møguleikan at brúka tangar til at goyma grønar orkuvørur so sum metanol.
Rúnavíkar kommuna hevur gjørt havnalagið klárt til nýggju oljugoymsluna.
Orkuportalurin vitjaði stóra og spennandi arbeiðsplássið í Søldarfirði, har sjálv fundamentini til teir sjey tangarnar síggjast í landslagnum. Soklarnir, ið tangarnir skulu standa á, eru við at verða stoyptir. Gunnar Nielsen, stjóri í Effo fegnast um, at verkætlanin nú er farin inn í eina týðandi tilgongd, har klárt verður gjørt til at fara undir uppsetingina av sjálvum tangunum, eitt sveisiarbeiði, sum Mest tekur sær av. Jørð- og betongarbeiðið og kringumstøðurnar í økinum tekur Articon sær av.
Her koma teir sjey tangarnir at standa.
Brynja felagið til framtíðina
-Vit hava arbeitt við hesi verkætlan í nógv ár. Sum ein av týðandi veitarunum av olju og øðrum orkuvørum ynskja vit, at felagið skal vera brynjað til framtíðina. Ein tíðarhóskandi orkugoymsla sum henda á Skálafjørðinum hevur stóran týdning nógv ár framyvir bæði fyri Effo og fyri føroyska samfelagið, tá vit tosa um trygd og tilbúgving í dagsins samfelag. Allar vørurnar vit hava í dag eru nógv eftirspurdar og fara at vera tað í nógv ár framyvir sigur Gunnar Nielsen, sum er serliga fegin um, at tey eisini hava lagt flúgvarabensin inn í nýggju goymsluna. Goymsla til flúgvarabensin hevur verið í Sørvági áður, men tá hon varð ov gomul, hava vit bara havt eina veika og lítla goymslu við flúgvarabensini, sum er komið úr Danmark í konteynarum. Tað hevur tó ikki verið nøktandi til vaksandi tørvin.
-Vit halda, at vit hava ein stóran leiklut, tá tað kemur til veita orku í Føroyum, og tí hava vit samskift við Vága Floghavn, Atlantic og tey, sum flúgva um málið og tikið henda týðandi partin við í tann orkudepil, sum vit nú byggja og sum fer at liggja heilt sentralt í Søldarfirði. Effo, sum hevur eina langa søgu sum oljuveitari, selur í dag gassolju til húsarhald, skip og ídnað. Haraftrat eru diesel og bensin og loksins flúgvarabensin eisini partur av vøruúrvalinum.
![]()
Partur av grøna orkuskiftinum eisini
Effo stjórin sigur víðari, at tey hava valt at skipa nýggju útbyggingina soleiðis, at koma vit í Føroyum til at framleiða grøna orku sum eitt nú metanol, tá kunnu tey konvertera tangar til at goyma metanol og annað grønt brennievni burtur úr vetni, sum fer at gerast meira vanligt í framtíðini. Talan verður tá um hybrid vørur.
-Orkugoymslan fer fyrst og fremst at taka sær av vanligu oljuni til húsarhald, skip og ídnað men hevur so eisini møguleikan at leggja um til onnur sløg av brennievni so sum metanol. So nýggju tangarnir verða bæði gjørdir til at nøkta verandi eftirspurningin og eisini til at kunna nøkta tørvin á øðrum brennievnum í framtíðini.
Effo, sum higartil hevur selt olju, bensin og diesel fer tí so spakuliga at gera klárt til eisini at vera partur av grøna orkuskiftinum í sambandi við nýggjar vørur. Nýggja virksemið verður lagt í Søldarfirði m.a. tí vit vóna at koma í gongd við vindmyllulundini Eysturlund, sum eisini kann fara í holt við vetnisframleiðslu.
Gomlu tangarnir frá undir krígnum verða framvegis brúktir.
Søldarfjørður rætta valið
Effo hevur leingi brúkt teir fýra 80 ára gomlu goymslutangarnar í Søldarfirði men hevur nú tørv á at fáa nýggjar tangar. Tey hava hugt eftir fleiri støðum í landinum at seta upp nýggju tangarnar. Tað vísir seg, at besta staðið er Søldarfjørður, har núverandi tangarnir frá krígstíðini eru og framvegis verða brúktir. Gunnar Nielsen vísir á, at tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at taka oljuna í land í Søldarfirði. Har er hóskandi dýpi eisini og liggur goymslan sera sentralt júst í hesum partinum av Skálafjørðinum.
Fyritøkan hevur eisini goymslur í Havn, í Suðri og í Fuglafirði, men tað er eingin ivi um, at Søldarfjørður er rætta staðið at leggja nýggju tangarnar. Við tí vegakervi, sum er í dag, so røkkur man langt kring landið. Tey valdu eisini at byggja nýggju goymsluna so mikið stóra fyri eisini at kunna liva upp til krøvini til tilbúgving, nakað, sum higartil hevur verið meira ella minni gloymt í Føroyum.
-Vit hava og fara at hava brúk fyri olju í Føroyum í mong ár aftrat. Tí hava vit eisini valt at gera hesa íløguna í olju til húsarhald, til flutning og til vinnuna, her ikki minst fiskivinnuna. Var brádliga eingin olja tøk, tá hevði alt samfelagið steðgað upp.
![]()
Mugu eisini hugsa um tørvin í dag
Effo-stjórin sigur víðari, at orkan vit fáa frá oljuni í dag skal vera við til at flyta okkum til eitt komandi orkuskifti. Hann vísir á, at tað er sjálvandi eitt dilemma at fara undir eina so stóra íløgu í olju, tá heimurin gerst meira og meira grønur. -Men vit kunnu ikki blíva við at bíða. Vit mugu eisini hugsa um tørvin í dag.
Hóast Føroyar við hesi goymsluni vera betri fyri í sambandi við eina tilbúgving, so er henda útbygging tó ikki at meta sum ein strategisk oljugoymsla av tí slagnum, sum ein fullfíggjað tilbúgving krevur, men hon fer so at gera, at tíðin, har vit kunnu vera innflutningi av olju fyriuttan, verður longd.
-Orkutilbúgving er annars ein almenn uppgáva, men hon hevur ongantíð verið tikin í nóg stórum álvara, helst tí at hetta er ein sera stór útreiðsla at skula goyma stórar nøgdir av olju í óvissa tíð. Effo metir tað vera sera týdningarmikið, at eitt hóskandi tilbúgvingarstøði er í landinum og ger felagið við hesi útbygging sítt til at tryggja júst tað, hvat orku viðvíkur leggur Gunnar Nielsen aftrat.
![]()
Søldarfjørður savningarstað í framtíðini
Orkugoymslan og staðsetingin í Søldarfirði verður eitt savningarstað av virkseminum hjá Effo í framtíðini. Felagið leigar økið frá Runavíkar kommunu. Ætlanin er so eisini at byggja eina goymslu til smyrjiolju í økinum.
Gunnar Nielsen ber ongan ótta fyri, at tey hava valt skeiva staðið til orkuútbyggingina og vísir m.a. á tað nógva virksemið, sum er og fer at vera á Skálafjørðinum við nógvum keiplássi, verkstøðum, skipasmiðju, turrdokk og møguligari oljuútgerðarhavn, so tá skipini skulu bunkra, tá tey fara útaftur, liggur goymslan væl fyri at veita tænastur.
Soleiðis fer Føroya størsta orkugoymsla at síggja út.
(Lesið eisini komandi grein á orkan.fo: Effo ger íløgur í grøna orkuskiftið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald