Býtið var soleiðis: vatnorka 39%, vindorka 37%, olja 22% og biogass og sól 2%.
Í Suðuroy merktist heystveðrið soleiðis, at elframleiðslan í oktober var knøpp 92% burðardygg orka, meðan oljuframleiðslan á Vágsverkinum stóð fyri 8%.
Burðardyggu orkukeldurnar vóru býttar á 57% vindorku, gott 34,5% vatnorku og rest sólorku.
Oktober í fjør sá nakað øðrvísi út í mun til grøna orku. Bæði tí, at vatnorkuverkið í Botni var óvirkið og tí at eftirspurningurin og harvið samlaða framleiðslan var 10% hægri í oktober í fjør.
Vágsverkið hevur brúkt 52 tons av olju allan oktober, og í september kom tonsatalið upp á 46. Til samanberingar brúkar Sundsverkið í miðal 125 tons av olju um døgnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald