Uttanlands

Stórur møguleiki fyri nýggjum álopum á Iran

Greinarafyritøka heldur tað eru 80% møguleiki fyri nýggjum amerikonskum álopum á Iran. Tað kann hækka oljuprísin aftur.

2026-11-06 15:51 Author image
Jan Müller

Tað er norski miðilin Finansavisen, sum endurgevur stjóran í greinarafyritøkuni Rapidan Energy Group, Bob McNally.

Hann metir samnært CNBC, at stórur møguleiki er fyri eini uppafturtøku av ameriionsku álopunum á Iran, nú miðvalini í USA eru av.

Hann roknar við, at hetta fer at hækka oljuprísin til 100 dollarar fyri tunnuna. Í løtuni er hann góðar 98 dollarar.

Donald Trump forseti heldur fast um, at USA fer ikki at gevast við álopum á Iran fyrr enn Iran gongur við til at steðga sínum kjarnorkuætlanum. Tað vil Iran ikki. Tíðindi vilja annars vera við, at Iran hevur skotið upp nýggjar samráðingar um at loysa upp fyri kreppuni, har USA skal gevast við sínum álopum á oljuútbúnað, steðga búskaparligu tiltøkunum móti landinum og gevast við stongsulinum av iranskum havnum. Afturfyri vil Iran lata uppaftur fyri ferðsluni í Hormuz sundinum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald