Hóast talan er um ein árligan fund, er veðurlagstoppfundurin í ár sermerktur av tveimum orsøkum: Fyri tað fyrsta verður hann hildin samstundis sum tíggju ár gingin, síðani Parísavtalan kom í gildi. Fyri tað næsta fer USA – næststørsti útlátarin í heiminum og søguliga tann størsti – ikki at senda eina almenna sendinevnd. USA tók seg formelt úr avtaluni við ársbyrjan í ár. Tó fara limir í amerikonska Kongressuni og amerikanskar fyritøkur at luttaka.
Nú arvurin eftir Parísavtaluna verður settur undir iva, hevur forsetin fyri COP31, Murat Kurum, sett sær fyri at flyta dentin frá veðurlagslyftum til ítøkiliga at seta tiltøk í verk. Afturat dagsskránni fyri COP-fundin hevur Kurum lagt fram eina skrá fyri átøkum, sum er skipað í tíggju høvuðsevni. Millum hesi eru skiftið til reina orku og elektrifisering, null burturkast og minkandi metanútlát, umframt býir, ið eru mótstøðuførir móti veðurlagsbroytingum.
COP31-forsetin hevur eisini lagt fram sjálvbodnar lyftisyvirlýsingar. Millum hesar er eitt lyfti um at røkka 35 prosentum innan 2035, sum hevur til endamáls at økja partin av elframleiðslu í samlaðu orkunýtsluni upp í 35 prosent í 2035 – samanborið við 23 prosent í dag. Harumframt er ein tilskilan, sum eggjar londum, fyritøkum og íleggjarum til at gera nýtsluna av vitlíki meira burðardygga.
![]()
COP31 kemur eftir trý áratíggju við arbeiði móti veðurlagsbroytingum skrivar tankarsmiðjan "Council on Foreign Relations". Stór og ítøkilig úrslit eru ikki væntandi, men vónin er framvegis, at partarnir kunnu halda fram við arbeiðinum at røkka málum, sum at minka um metanútlátið, styrkja tillagingina til veðurlagsbroytingar og fíggingina av veðurlagsarbeiðinum, og at skunda undir ætlaninar at seta verandi COP-avtalur í verk.
Metingarnar um eitt ítøkiligt úrslit av hesum veðurlagsfundinum eru ymiskar. Financial Times skrivar m.a. undan fundinum, at talan er um eina ógvuliga trupla støðu, nú heimsins lond skulu til at gera lyfti til veruleika.
Ymisku kreppurnar í heiminum benda á, at COP-toppfundurin í ár fer at snúgva seg um at fáa londini at seta avtalurnar frá undanfarnum árum í verk heldur enn at gera nýggjar avtalur. Lond, sum stúra fyri globalu upphitingini, siga, at tey noyðast at "stríðast ímóti teimum, sum nokta at viðurkenna veðurlagsbroytingarnar“.
Meðan heimurin stríðist við kríggjum, búskaparligum trýsti og enn eini orkukreppu í hesum áratíggju, vísa tvær nýggjar ST-frágreiðingar samstundis á vantandi framstig í arbeiðinum at basa veðurlagsbroytingunum. Ráðharrar, samráðingarfólk og umhvørvisaktivistar ásanna, at stórt trýst er á veðurlagstoppfundin í ár um at vísa, at londini veruliga taka uppgávuna at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi í størsta álvara.
FT skrivar, at avleiðingarnar av globalu upphitingini gera longu vart við seg. Granskarar hava sett veðurlagsbroytingar í samband við eitt herviligt omanlop av gróti og ísi frá einum jøkuli í Nepal í august, sum kostaði meira enn 1.000 fólkum lívið, meðan umleið 5.000 fólk enn eru saknað. Samstundis elvdi ógvusligur hiti í Evropa til ógvusligan turk við 50.000 fleiri deyðsføllum enn vanligt.
Ilana Seid, sendikvinna hjá oyggjalandinum Palau í ST og forkvinna í Alliance of Small Island States (AOSIS), einum felagsskapi við 39 londum, sum eru serliga viðbrekin mótvegis veðurlagsbroytingum, sigur, at umstøðurnar fyri teimum tveimum vikunum við samráðingum á Cop31 eru „truplar“.
"Tað er uttan iva eitt avbjóðandi geopolitiskt umhvørvi. Tað eru álvarsligar kreppur í ymsum pørtum av heiminum,“ leggur hon afturat.
![]()
Darragh O’Brien, veðurlagsráðharri í Írlandi, sum í løtuni hevur skiftandi formansskapin í ES, er samdur men sigur, at tær víðfevndu avbjóðingarnar – og teir oyðileggjandi veðurlagshendingarnar – kunnu vera við til at fáa gongd á arbeiðið.
„Vit mugu stríðast ímóti teimum, sum nokta at viðurkenna veðurlagsbroytingarnar,“ sigur hann sambært Financial Times.
Seinastu árini hevur veðurlagsgransking verið undir álopi, millum annað frá amerikanska forsetanum Donald Trump, sum hevur kallað veðurlagsbroytingarnar eitt svindilnummar, og í januar tók USA seg úr ST-veðurlagssáttmálanum.
![]()
Keldur: Council on Foreign Relations og Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald