Uttanlands

Oljuprísurin lækkar nógv

Oljuprísurin er lækkaður  sera nógv seinastu dagarnar. Orsøkin er fyrst og fremst, at marknaðurin nú væntar, at minni vandi er fyri, at kríggið millum USA og Iran versnar.

2026-11-10 13:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Prísurin í løtuni er góðar 89 dollarar fyri tunnuna. 30. oktober var hann 118 dollarar, hetta svarar til, at hann er lækkaður 24% eftir umleið 10 døgum. Prísurin er annars støðugt lækkaður seinastu tíðina. 6. november var hann 98,3 dollarar, 9. november 92,6 dollarar og nú í morgun 89,7 dollarar fyri tunnuna. 

Greinarar halda, at møguleiki er fyri, at prísurin fer at lækka enn meira komandi tíðina, serstakliga um friður fæst í Miðeystri, og um oljuframleiðslan heldur fram við at vaksa. 

Men um kríggið tekur seg upp aftur, ella Hormuz-sundið verður hótt, kann prísurin skjótt fara upp aftur.

Eygleiðarar siga, at tað  er serliga tann geopolitisk­i váðin, sum er minkaður og ávirkar oljuprísin seinastu dagarnar, ið er orsøkin til broyttu prístilgongdina. Men marknaðurin er framvegis óstøðugur.

Amerikanski forsetin  Donald Trump hevur givið tekin um, at USA ikki ætlar at halda fram við hernaðarligum álopum á Iran í løtuni. Marknaðurin væntar tí, at oljuflutningurin úr Miðeystri kann koma meira í rættlag aftur.

Útflutningurin úr Miðeystri er batnaður, og framleiðslan hjá fleiri oljulondum er vaksin.Tað merkir, at meira olja er tøk. Tá meira olja verður framleidd, enn heimurin brúkar, verður prísurin trýstur niður.

Tá kríggið byrjaði, var stórur ótti fyri, at Hormuz-sundið skuldi verða stongt, og at oljuflutningurin skuldi steðga. Hesin óttin hevur trýst oljuprísin heilt upp móti 118 dollarum fyri tunnuna. Nú er tann óttin minkaður munandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder