Yvirfriðingarnevndin hevur í gjár staðfest avgerðina hjá Náttúrufriðingarnevndini um at loyva ætlaðu vindmyllulundini í Klivaløkshaga á Sandi.
Verkætlanin fevnir um sjey vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á í mesta lagi 30 MW.
Umsóknin um vindmyllulundina varð latin friðingarmyndugleikunum 8. mars 2024. Náttúrufriðingarnevndin fyri Sandoyar sýslu gav loyvi við treytum 4. oktober 2024, og málið varð síðani lagt fyri Yvirfriðingarnevndina.
Í august 2025 avgjørdi Yvirfriðingarnevndin, at tørvur var á einari nærri fakligari kanning av møguligu avleiðingunum fyri fuglalívið. Kanningin varð tøk hjá nevndini 16. oktober í ár. Sambært kanningini kann vindmyllulundin verða bygd og rikin uttan munandi ávirkan á fuglastovnarnar í økinum ella í Føroyum sum heild.
Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest loyvið við teimum treytum, sum taka atlit til at verja náttúruna.
Millum annað skal byggiarbeiðið fara fram uttan fyri bútíðina hjá fugli, atkomuvegurin skal vera stongdur fyri almennari motorferðslu í rakstrartíðini, og fyrilit skulu takast fyri náttúru og fornminnum.
Ætlaða vindmyllulundin er mett at kunna framleiða umleið 150,7 GWh av grønari elorku um árið. Ein slík framleiðsla fer at fáa stóran týdning fyri føroysku el-framleiðsluna og fyri møguleikarnar at minka um oljunýtsluna.
– Ætlaða vindmyllulundin kann gerast eitt munandi íkast til grøna orkuskiftið í Føroyum og til at minka um nýtsluna av olju í elframleiðsluni. Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini at gera Føroyar grønari, og eg fegnist um, at vit nú fáa framt ítøkilig úrslit innan grøna orkuskiftið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Heilsu- og orkumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald