Uttanlands

Skotar krevja rættin til tilfeingið í undirgrundini

-nú bretska stjórnin hevur lagt uppskot fram um at banna allari nýggjari leiting eftir olju og gassi.

Stórstu olju- og gassgoymslurnar í Norðsjónum liggja út fyri Skotland. Nú vil bretska stjórnin banna leiting eftir olju og gassi og tekur harvið grundarlagið undan parti av framtíðar skotska búskapinum.

Stórstu olju- og gassgoymslurnar í Norðsjónum liggja út fyri Skotland. Nú vil bretska stjórnin banna leiting eftir olju og gassi og tekur harvið grundarlagið undan parti av framtíðar skotska búskapinum.

2026-11-17 16:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Eins og føroyingar á sinni kravdu ræðisrættin til ráevni í føroysku undirgrundini, krevja nú eisini skotar rættin til egið tilfeingi tvs. olju og gass í skotsku undirgrundini. Ein veljarakanning vísir, at 68% av skotum halda, at tað er skotska parlamentið í Holyrood og ikki bretska í Westminister, sum skal hava avgerðar- og ræðisrættin til ráevnini í undirgrundini í Skotlandi.

[object Object]

[object Object]

Spurningurin háaktuellur 

Spurningurin er vorðin háaktuellur, nú bretska stjórnin hevur lagt uppskot fyri parlamentið um at banna allari nýggjari leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum. Orsøkin og grundgevingin at leggja uppskot fyri tingið er, at Bretland hevur bundið seg til at halda Paríssáttmálan, og at leiting er í stríð við veðurlagssáttmálan.  

[object Object]

Ein meiriluti av skotum við fyrsta ráðharranum John Swinney á odda, halda ikki, at avgerðin um teirra búskaparligu framtíð skal liggja og avgerast í London, hóast Skotland er partur av Bretlandi. Við at banna leiting eftir olju og gassi tekur bretska stjórnin í veruleikanum stóran part av framtíðar búskaparliga grundarlagnum undir skotska samfelagnum burtur. Olja og gass hava seinastu 50 árini verið ein týðandi partur av skotska búskapinum, og við nýggju lógini avreiðir bretska stjórnin við einum høggi grundarlagið undir framtíðar búskapinum. 

Enn ein veljarakanning, sum er gjørd millum Labour limir vísir, at stórur meiriluti er fyri at góðkenna Rosebank oljukelduna eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Tey grønu vilja steðga Rosebank

Nú kunnger Grøni flokkurin í Skotlandi so, at hann fer taka málið um Rosebank upp í skotska tjóðartinginum. Uppskot um atkvøðugreiðslu í tinginum um at steðga Rosebank oljukelduni kemur til viðgerðar í morgin. 

Tey Grønu krevja, at oljuboring á Rosebank verður steðgað, tí hon er „ósambærilig“ við skyldurnar hjá landinum sambært Parísaravtaluni um veðurlagið.

Skotska stjórnin má „draga eina línu“ og taka frástøðu frá at stuðla Rosebank halda grønu tingfólkini undan einari atkvøðugreiðslu í skotska tjóðartinginum, Holyrood, um tað umstrídda oljufeltið.

Uppskotið, sum greitt sigur, at tað "er ímóti útbyggingini av Rosebank olju- og gassfeltinum“, verður ikki bindandi, um tað verður samtykt í skotska tjóðartinginum.

Tingfólk ábyrgd móti komandi ættarliðum

Men Mark Ruskell, talsmaður hjá skotska Grøna Flokkinum í veðurlagsspurningum, sigur, sambært Energy Voice, at atkvøðugreiðslan gevur tjóðartinginum høvi til at gera sína støðu galdandi í málinum.

Tað er tó bretska stjórnin, sum skal taka endaliga avgerð um, hvørt oljuboring skal fara fram á Rosebank, sum liggur tætt við føroyska markið. 

Mark Ruskell, sum fer at leiða orðaskiftið í skotska tjóðartinginum mikudagin, leggur dent á, at  “tingfólk hava ábyrgd mótvegis bæði hesum ættarliðnum og tí næsta“.

"Vit mugu lata komandi ættarliðum eina grønari, tryggari og meira liviliga gongd, heldur enn at leggja avleiðingarnar av okkara vantandi atgerðum á herðarnar á børnum og ommubørnum okkara.

Tað krevur, at vit eru erlig um valini, vit standa framman fyri, og at vit alment og greitt taka frástøðu frá nýggjari leiting eftir fossilum brennievnum, eisini á Rosebank”, sigur hann. 

Stephen Gethins, orkumálaráðharri í skotsku stjórnini, sigur sambært Energy Voice: 

"Vit hava tørv á einari tvísporaðari tilgongd til orkuskiftið, har framleiðslan av olju og gassi verður umsitin, samstundis sum íløgurnar í varandi orkukeldur, eitt nú havvindorku, verða øktar."

[object Object]

Oljuarbeiðarar heita á Burnham at góðkenna Rosebank

Síðani 75 tinglimir í Labour hava heitt á bretsku stjórnina um ikki at góðkenna Rosebank kelduna, hava 1000 oljarbeiðarar í Norðsjónum  sent forsætisráðharranum bræv, har teir heita á hann um at varðveita teirra lívstýðandi størv í oljuvinnuni í Norðsjónum og góðkenna Rosebank. Hetta skrivar World Oil.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder