Uttanlands

Íløgur í vøkstur og umhvørvi útiloka ikki hvørt annað

Tað finst eitt rák í ES, har ein vaksandi skari av fólki ynskja at avindustrialisera alt tað arktiska økið, og tað haldi eg vera skeivt vísti Ben Arabo, tingmaður og stjóri á á “Arctic Investment” ráðstevnu í London.

Ben Arabo heitti á arktiskari íløguráðstevnu í London á bretsku stjórnina um at góðkenna oljukelduna Rosebank nærhendis Føroyum. Hon kann fáa týdning fyri framtíðar virksemi í økinum, eisini Føroyum.

Ben Arabo heitti á arktiskari íløguráðstevnu í London á bretsku stjórnina um at góðkenna oljukelduna Rosebank nærhendis Føroyum. Hon kann fáa týdning fyri framtíðar virksemi í økinum, eisini Føroyum.

2026-11-20 16:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farnu viku hevði Ben Arabo, stjóri í Framtaki og løgtingsmaður  framløgu um Føroyar á "Arctic Investments" ráðstevnuni í London. Har vóru eini 400 umboð fyri altjóða pensjónsgrunnar, íløgufeløg, bankar, ráðgevar og vinnufeløg. Evnið var íløgur í arktiska økinum, sum Føroyar eru partur av.

Ben Arabo vísti á, at tað er neyðugt at gera íløgur og skapa arbeiðspláss og vøkstur í Føroyum og arktiska økinum fyri tey, sum liva í hesum londum, og at tað at ansa eftir umhvørvinum og at gera íløgur í vøkstur ikki útiloka hvørt annað.

-Hetta er serliga týdningarmikið at undirstrika, nú tað er eitt rák í EU, har ein vaksandi skari av fólki ynskja at avindustrialisera alt tað arktiska økið. Eg eri altíð varin, tá ið eg hoyri fólk, serliga á meginlandinum, royna at avindustrialisera  Arktis. Eg haldi, at tað er skeivt. Fólk búgva har. Vit hava tørv á vinnugreinum, vit hava tørv á arbeiðsplássum.

[object Object]Ben Arabo saman við íslendska forsætisráðharranum á arktiskari íløguráðstevnu í London. 

Ben Arabo kunnaði luttakararnar um Føroyar, um týdningin, sum væl útbygda undirstøðukervið og fiskivinnan hava fyri føroyingar. Hann nam eisini við orkuframtíðina og segði seg vóna, at oljuleiting og boringar kundu fara í gongd aftur skjótt.

Í tí sambandi nevndi hann eisini umstríddu Rosebank kelduna nærhendis Føroyum. -Tað er mín vón, at bretska stjórnin góðkennir hesa útbyggingina, tí hon kann fáa stóran týdning fyri framtíðar virksemi í øllum økinum, herundir eisini Føroyar. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Omanfyri nøkur "slites" frá framløguni hjá Ben Arabo.

Ben Arabo kom eisini inn á framtíðar verkætlanir í Norðuratlantshavi, sum kunnu fáa týdning fyri fleiri lond og nevndi her uppskot um at leggja ein streymkaðal av meginlandinum til Føroyar, Íslands, Grønlands og kanska entá Kanada eisini. Hetta hevði kunnað verið við til at skapt framburð og trygd í hesum stóra økinum í Arktis. 

Eisini forsætismálaráðharrin í Íslandi, Kristrún Frostadóttir, helt røðu á ráðstevnuni. Hon vísti á týdningin av at menna infrakervi og vinnu í hesum ótryggu tíðum, og heitti á altjóða íløguumhvørvið um at verða við til at byggja land saman við tí almenna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder